NFCS og Barðið stongt 29-31 des.

Vit hava fingið skriv frá landingarmiðstøðunum NFCS og Barðinum:

“Av tí at eingin avskiping er mánadagin 31 des. verður ikki tikið ímóti fiski frá leygardegnum 29 des og til og við mánadagin 31 des.

Opið verður aftur sum vanligt 02.01.2019

Gott nýggjár 🙂

Vinarliga NFCS og Barðið”

Gleðilig jól

Vit á Fiskamarknaði Føroya ynskja øllum okkara viðskiftafólkum eini góð og gleðilig jól.

Vinarliga heilsan.

Vit á Fiskamarknaði Føroya.

Meting um tilfeingið fyri viku 51, 2018

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm línuskip eru til fiskarí. Øll fiska tosk og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at trý landað mánadagin og so hini antin týsdagin ella mikudagin. Restin liggur við bryggju og fara neyvan avstað aftur áðrenn jól. Fystilínuskipini koma at landa fyrst í vikuni.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður nakað ivasamt ein part av vikuni og so tað at jólini nærkast,ger at vit rokna ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti og koma teir vantandi at landa mikudagin. Smáligt fiskarí.

Partrolarar: Seks pør eru úti og koma tey øll at landa fyrst í vikuni. Fiskaríið er einki serligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Ein hevur lagt til jóla, men hinir trýggir koma vantandi at landa hósdagin.

Heinta alla metingina her

Frystur fiskur á søluna ímorgin 13 des. 2018

Stapin og Kambur koma at selja tosk og hýsu á søluni ímorgin 13 des.

Stapin hevur 110 tons av toski og 80,5 tons av hýsu.

Kambur hevur 110 tons av toski og 70,5 tons av hýsu.

Fiskurin er fiskaður vestanfyri Føroyar.

Støddir og prísir kunna síggjast her

Meting fyri viku 50, 2018

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm línuskip eru til fiskarí, harav eitt er við Ísland og restin undir Føroyum, men vit vanta at fleiri fara avstað um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu. Fiskaríið er gott. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. Vit rokna við at nøkur skip koma at landa í vikuni. Línuskipini gera neyvan meir enn tann eina túrin fram til jóla.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður nakað ivasamt ein part av vikuni, so tí rokna vit ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir koma at landa mánadagin, meðan ein er nýliga byrjaður tú og ein liggur við bryggju. Skipini fiska bæði tosk, kongafisk og blálongu.

Partrolarar: Næstan øll pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður, men tey fáa tó nakað av hvítum fiski. Pørini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fimm eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men tann eini byrjaði norðanfyri og hevur tískil nakað av toski og hýsu eisini. Tríggir landa mánadagin og so tveir seinni í vikuni. Ein er nýliga byrjaður túr norðanfyri og kemur nokk at landa síðst í vikuni.

Garnaskip: Allirfara út um vikuskiftið og koma helst allir at landað síðst í vikuni ella fyrstí aðru viku. Fiskaríið er eitt sindur ójavnt.

Heinta alla metingina her

Ågot á søluna mánadagin

Ågot hevur boða frá at teir verða á søluni mánadagin 10 des.

Teir hava fram til 5 des. fiskað 75 tons av toski, 66 tons av hýsu, góð 5 tons longu, 3 tons av brosmu og so nakað av øðrum.

Tilfeingið fyri viku 49, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Fimm línuskip eru til fiskarí, men vit vanta at fleiri fara avstað um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu. Fiskaríið er gott. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. Vit rokna við at nøkur skip koma at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðrir verður gott fyri tað mesta, so vit rokna við nógvum útróðri. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Allir eru til fiskarí, men allir eru nýliga byrjaðir túr, so vit vantað ikki at nakar landar í vikuni. Skipini fiska upsa, svartkalva og stinglaks.

Partrolarar: Næstan øll pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður, men tey fáa tó nakað av hvítum fiski. Pørini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí, men vit roknað við at fleiri fari út um vikuskiftið. Helst fara nakrir at fiska havtasku og nakrir møguliga eftir tosk og hýsu. Helst landað teir síðst í vikuni.

Garnaskip: Allir fara út um vikuskiftið og koma helst allir at landað síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fiskaríið er eitt sindur ójavnt.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeingið fyri viku 48, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Bara trý línuskip eru til fiskarí, men vit vanta at fleiri fara avstað um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu. Fiskaríið er gott. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. Vit rokna við at nøkur skip koma at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar út á vikuna. Veðri verður gott fyrst í vikuni, men verri seinni í vikuni. Bátarnir fiska væl. Tað er bara toskur og hýsa.

Djúpvatnstrolarar: Allir eru til fiskarí og vit vanta at allir landa í vikuni. Skipini eru á rygginum og á djúpum vatni og fiska tosk, svartkalva, kongafisk og blálongu.

Partrolarar: Næstan øll pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður, men tey fáa tó nakað av hvítum fiski. Pørini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fimm eru úti og allir eru á Skeivabanka og fiska havtasku og so eitt sindur av upsa og toski. Allir koma at landa í vikuni.

Garnaskip: Eitt landar mánadagin, meðan 2-3 landað seinni í vikuni. Fiskaríið er eitt sindur ójavnt.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeingið fyri viku 47, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Seks ísfiskalínuskip eru undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Fiskaríið er gott. Vit vantað at eitt landar mánadagin og so hini seinni í vikuni. Eitt línuskip er undir Íslandi. Vit roknað við at okkurt av línuskipunum, sum liggja við bryggju, fara avstað í næstum. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna, men veðri verður gott, so tí vantað vit nakað av útróðri. Fiskiskapurin er góður.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí og eru teir nýliga byrjaðir túr, so tí er ikki vantandi at teir koma inn hesa vikuna. Vantandi fer ein avstað í næstum.

Partrolarar: Átta pør eru til fiskarí og helst fer okkurt par vantandi avstað í næstum. Skipini landað sum vikan líður. Fiskaríið er heldur fragari nú. Fáa nakað av toski og longu sum hjáveiða.

Trolbátar: Tríggir eru úti. Tveir fiska á Skeivabanka eftir havtasku og so fáa teir nakað av øðrum. Ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Allir landa mánadagin. Vit rokna við at onkur fer avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Eitt landar mánadagin, meðan 2-3 landað seinni í vikuni. Fiskaríið er smáligt.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeingið fyri viku 46, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip eru undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Fiskaríið er gott. Vit vantað at eitt landar mánadagin og so hini seinni í vikuni. Vit roknað við at okkurt av línuskipunum, sum liggja við bryggju, fara avstað í næstum. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini hampuligt, so tí vantað vit nakað av útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Annar er á royndarveiðu eftir stinglaksi, meðan hin er á djúpum vatni og fiskar. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur av hinum djúpvatnstrolarunum avstað í næstum

Partrolarar: Átta pør eru til fiskarí og helst fer okkurt par vantandi avstað í næstum. Skipini landað sum vikan líður. Fiskaríið er tíverri ikki gott.

Trolbátar: Bara ein er úti og kemur hann at landað í vikuni. Vit roknað við onkur trolbátur fer út um vikuskiftið. Trolbátarnir hava rímuligan góðan fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Eitt landar mánadagin, meðan 2-3 landað seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her