Sandshavið á søluna fríggjadagin 28-03-2025

Sandshavið kemur at selja fríggjadagin 28/03-25

Hann hevur fiska við Ísland og koyrur hann hesar nøgdirnar á søluna.

Toskur uml. 105 tons

Hýsa uml. 36 tons

Longa uml 75 tons

Brosma uml 20 tons

Upsa uml 2,8 tons

Kongafiskur, heilur, uml. 6,4 tons

Eisini hevur hann uml 1 tons av steinbítur og 600kg hvíting.

Fiskamarknaður Føroya.