Privatpolitikkur

Privatlívspolitikkur

Fiskamarknaður Føroya hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínir persónsupplýsingar verða viðgjørdir sambært reglugerini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:

Fiskamarknaður Føroya P/f

Toftagjógv 3

FO-650 Toftir

Faroe Islands

Teldupost: fmf@fmf.foella

Telefon: +298 414141

Viðgerð av persónsdata

Persónsupplýsingar eru allir upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.

Kundar (Fiskakeyparar)

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar frá tær:

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur

Persónsupplýsingar um kundar verða samlaðir til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”hald eina avtalu” (Generel, ikki undirskriva avtala um keyp á uppboðssøluni, sambært kunngerð og reglugerð).  

Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit sletta teir, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast vanliga 5 ár eftir at kundasamstarvið endaði og samskiftið endaði.

Veitarar og samstarvsfelagar(Landingarmiðstøðir og Fiskaseljarar)

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupp- lýsingar um teg:

  • Navn,
  • Bústaður,
  • Teldupostur
  • Telefonnummar
  • Bankaupplýsingar (konto nr.)

Í sambandi við at fiskur verður boðin út á uppboðssøluna, kunnu tað verða tíni persónsupplýsingar sum verða lýstir á heimasíðuni hjá Fiskamarknaðinum, um t.d. tín bátur er skrásettur í einstaklingavirkið, sum er tínir persónsupplýsingar. 

Fiskiloyviðs nummari fáa vit frá Teyggjan.fo

Um døgnlistarnir verða lagdir út á heimasíðuna, eru hesir persónsupplýsingar lagdir út:

  • Navn á skipara (navn og eftirnavn)
  • Telefonnummar.

Persónsupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðir grundað á fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”hald eina avtalu” (Hetta er ein generell ikki undirskriva avtala um keyp á uppboðssøluni, sambært galdandi lóg, kunngerð og reglugerð).

Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta teir, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar strikast vanliga 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði, men tað kunnu verða aðrar grundir til at goyma dátur longur, sum t.d. at upplýsingar um veitaran strikast tá ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin, um ein slík fyriliggur.

Starvsumsóknir/umsøkjarar

Tá ið vit móttaka eina umsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av leiðaranum við tí endamáli, at  svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild av viðgerðini av umsóknini er ”heimildaðu áhugamál”.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingarnir, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdir við fylgjandi lógarheimild:  heimilaðu áhugamál samb. §8 nr. 2.

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl strika hjá teimum, sum ikki fingu starvið.  

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, meta vit um, um umsóknin skal goymast, so skjótt sum hon er móttikin. Um hildið verður at, hon skal goymast, verður biðið um samtykki frá umsøkjaranum at goyma umsóknina, annars verður noktandi svar sent, og umsóknin slettað beinanvegin.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.  

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrir upplýsingar um viðgerð

Trygd

Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínir upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðir, almmannakungjørdir, burturblivnir, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktir ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdir í stríð við lógina.   Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlóginia § 7

  • Allar skipanir liggja aftanfyri firewall,
  • backup verður tikið hvønn dag,
  • mannagongdir fyri at endurstovna data er gjørd fyri allar servarar,
  • atgongd til persónsupplýsingar er bygt á brúkara-ID og persónligt loyniorð vm.

Dataminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsdata, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.

Dagført data

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, bankar og grannskoðara.

Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í týðandi førum verður dáta víðarigivið til bankar, kt-veitarar og grannskoðara.

Vit brúka bert dataviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd. 

Tíni rættindi

  • Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tey til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tíni persónsdáta, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.
  • Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
  • Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættaði. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast.  Vit heita á teg,  at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
  • Í summum førum, hava vit skyldu at sletta títt persónsdáta. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.
  • Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)

Dátueftirlitið

Tinganes

Postboks 300

FO-110 Tórshavn

Tlf.: (+298) 309100

Teldupostur: dat@dat.fo

  • Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilda, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.
  • Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínir upplýsingar verða fluttir til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera
  • Vit strika títt persónsdáta, tá tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vóru samlaði til.

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum