Meting fyri viku 34, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tveir minni ísfiskabátar eru til fiskarí, annar vestanfyri og hin er á bankanum. Vantandi landa báðir síðst í vikuni. Eitt frystiskip er við Eysturgrønland, meðan fimm eru undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni men veðri verður gott. Vit vantað ikki nógvan útróður, tí at fiskaríið er so vánaligt. Teir fáa mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar makrel, meðan hin liggur við bryggju.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri.

Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini og tríggir eru norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og flatfisk. Tveir landa fyrst í vikuni, meðan hinir landa miðskeiðis í vikuni ella síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt og koma bæði at landa síðst í vikuni.  Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her