Samandráttur.
Línuskip. Eitt er við Ísland og kemur tað at landa fyrst í vikuni. Undir Føroyum er bert eitt minni línuskip, men vit rokna við at okkurt fer avstað í næstum. Skipini fiska mest tosk og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí. Vit væntað møguliga tvey í vikuni.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður nakað umskiftandi, so tí verður nokk ikki so nógv av útróðri. Bátarnar fá mest av hýsu og so nakað av toski
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis ella síðst í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er vánaligt.Báðir landa síðst í vikuni Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her