Meting um tilfeingið fyri viku 5, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Bara tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí og eru tey akkurát byrjaði, so tí er ivasamt um teir landað í vikuni. Vit rokna við at fleiri línuskip fara út í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Flemsh Kap og eitt er undir Føroyum.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur. So um veðri verður hampuligt, so verður nakað av útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann landar vantandi vantandi miðskeiðis í vikuni. Onkur fer avstað í næstum.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt. Tey fáa tó nakað av toski og longu. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri batnar.Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt hjá skipunum. Allir landað seint í vikuni. Eitt garnaskip leggur um til línu.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeingið fyri viku 4, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Sjey línuskip eru til fiskarí. Allir fiska tosk og hýsu og so eitt sindur av longu og brosmu. Fiskaríið er gott. Skipini landað sum vikan líður. Fýra frystilínuskip eru á Flemsh Kap og eitt er undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna og veðri verður óstøðugt, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska upsa og landað vantandi miðskeiðis í vikuni. Onkur fer avstað í næstum.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí, men fiskaríið er smáligt. Eitt par hevur verði á rygginum, meðan restin fiskar upsa. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fýra fiska havtasku og ein fiskar tosk og hýsu. Vit rokna við at teir landa miðskeiðis í vikuni.

Garnaskip: Allir fýra fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt hjá skipunum. Allir landað í vikuni.

Heinta alla metingina her

Kunning: Ferðaætlanin hjá Smyril galdandi frá 14 jan 2019

Nýggj ferðaætlan hjá Smyril er lýst at galdað frá 14 jan. 2019

Har stendur:

“Til túrin kl. 17:30 hósdag hevur farmur framíhjárætt. Túrarnir fríggjadag kl. 16:00 og kl. 18:30, og sunnukvøld kl. 17:30 og kl. 20:00 hava bilar og ferðafólk framíhjárætt”

Stykkjagóðs, ið skal sendast við Smyrli skal verða farmastøðíni í ávikavist Havn ella á Krambatanga í hendi í seinasta lagi 1 tíma áðrenn fráferð.”

www.ssl.fo  – ella á telefon 34 30 00 fyri nærri kunning og vegleiðing

Fiskamarknaður Føroya

Meting um tilfeingið fyri viku 3, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Seks línuskip eru til fiskarí. Allir fiska tosk og hýsu og so eitt sindur av longu og brosmu. Fiskaríið er gott. Skipini landað sum vikan líður. Nøkur línuskip liggja inni, men fara avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Flemsh Kap og eitt er undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður ikki av tí besta, tí rokna vit ikki við nógvum útróðri. Bátarnir hava annars gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí og hann er nýliga byrjaður túr, so hann landar neyvan í vikuni.

Partrolarar: Átta pør eru til fiskarí. Vit vanta at fýra av teimum landað fyrst í vikuni og restin síðst í vikuni. Fiskaríið er misjavnt.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti og allir fiska havtasku. Fiskaríið er gott. Allir landað fyrst í vikuni.

Garnaskip: Allir fýra fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt hjá skipunum. Allir landað í vikuni.

Heinta alla metingina her

Filmar um hagreiðing av fiski

Nú ber aftur til at síggja filmarnar um hagreiðing av fiski, sum vóru gjørdir í smb. við filmin “Nærlagni umborð”

Eisini er ein filmur um hvussu man á rættan hátt sker skøturavar.

Filmarnar finnur man inni á heimasíðuni við at fara undir “leinkjur” og velja “hagreiðing”

Fiskamarknaður Føroya

Gott nýttár

Vit á Fiskamarknaði Føroya vilja ynskja øllum okkara viðskiftafólki og teirra kæru, eitt gott nýtt ár og takka fyri gott samstarv í farna árið og við vón um framhaldandi góðum samstarvi í 2019

Vinarliga heilsan.

Vit á Fiskamarknaði Føroya

Meting um tilfeingið fyri viku 1, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Øll línuskipini liggja við bryggju. Vit rokna við at fleiri fara avstað beint eftir nýttár.

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðrið verður eisini gott, so vit vantað nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru vestanfyri og fiska upsa. Landað møguliga síðst í vikuni. Helst fer onkur avstað fyrst í tí nýggja árinum.

Partrolarar:Trý pør eru nýliga byrjaði túr og landað tey helst síðst í vikuni. Fleiri pør fara avstað beint eftir nýttár.

Trolbátar: Tríggir trolbátar eru til fiskarí. Tveir eftir havtasku og ein eftir tosk og hýsu.

Garnaskip: Tvey garnaskip eru til fiskarí og koma helst at landað síðst í vikuni. Eitt er úti og setur gørnini, meðan tað fjórða liggur við bryggju.

Heinta alla metingina her

NFCS og Barðið stongt 29-31 des.

Vit hava fingið skriv frá landingarmiðstøðunum NFCS og Barðinum:

“Av tí at eingin avskiping er mánadagin 31 des. verður ikki tikið ímóti fiski frá leygardegnum 29 des og til og við mánadagin 31 des.

Opið verður aftur sum vanligt 02.01.2019

Gott nýggjár 🙂

Vinarliga NFCS og Barðið”

Gleðilig jól

Vit á Fiskamarknaði Føroya ynskja øllum okkara viðskiftafólkum eini góð og gleðilig jól.

Vinarliga heilsan.

Vit á Fiskamarknaði Føroya.

Meting um tilfeingið fyri viku 51, 2018

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm línuskip eru til fiskarí. Øll fiska tosk og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at trý landað mánadagin og so hini antin týsdagin ella mikudagin. Restin liggur við bryggju og fara neyvan avstað aftur áðrenn jól. Fystilínuskipini koma at landa fyrst í vikuni.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður nakað ivasamt ein part av vikuni og so tað at jólini nærkast,ger at vit rokna ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti og koma teir vantandi at landa mikudagin. Smáligt fiskarí.

Partrolarar: Seks pør eru úti og koma tey øll at landa fyrst í vikuni. Fiskaríið er einki serligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Ein hevur lagt til jóla, men hinir trýggir koma vantandi at landa hósdagin.

Heinta alla metingina her