Meting fyri viku 45, 2019

Samandráttur.

Línuskip: Tey flestu línuskipini eru til fiskarí, men tey flestu eru akkurát byrjaði túr, so tí verða tað ikki øll sum koma inn í vikuni. Eitt er á Íslandsrygginum. Tað landar mánadagin. Eitt er við Ísland og kemur neyvan at landa hesa vikuna. Restin er undir Føroyum og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vantandi landa tvey av teimum mánadagin og so møguliga okkurt seinni í vikuni. Av frystilínuskipunum eru fýra til fiskarí undir Føroyum, meðan tað fimta liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin verður góður tað mesta av vikuni. Veðri verður brúkiligt, so vit vanta at tað verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska kongafisk og helst koma báðir at landað síðst í vikuni. Tann triðji liggur við bryggju

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fimm eru til fiskarí og koma teir at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Bátarnir fiska mest av havtasku, toski og hýsu.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta veðurforsøgnina her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 44, 2019

Samandráttur.

LínuskipFýra línuskip eru til fiskarí. Øll fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Tey landa sum vikan líður. Vit rokna við at fleiri línuskip fara út tá streymurin verður betri seinni í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður tað mesta av vikuni. Veðri verður gott, so møguliga tað verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska kongafisk og helst koma báðir at landað síðst í vikuni. Ein er eystanfyri og kemur hann helst at landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Bæði ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna. Eitt garnaskip er fari á beding.

Heinta veðrið her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 43, 2019

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er á rygginum, sum landar mánadagin. Seks eru á landgrunninum og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Tey landa sum vikan líður. Nøkur línuskip liggja við bryggju, men vit rokna við at fleiri fara avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini brúkiligt, so tí rokna vit við nógvan útróður. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska kongafisk og helst koma báðir at landað síðst í vikuni. Ein er á Munkagrunninum og kemur hann at landa miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein fiskar á Skeivabanka og fær ein blanding av toski, havtasku, upsa og longu. Hann landar mánadagin. Hin landar vandandi miðskeiðis í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Bæði ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna. Eitt garnaskip er fari á beding.

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 41, 2019

Línuskip. Tvey eru á rygginum og fiska. Annað landar mánadagin, meðan hitt landar møguliga síðst í vikuni. Tey fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Seks línuskip eru vestanfyri og kemur eitt at landa mánadagin, meðan hini landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Av frystiskipunum, so er eitt við Eysturgrønlandi, eitt undir Íslandi og tvey eru í føroyskum sjógvi. Eitt tekur ímóti fiski við Grønland.

Útróður: Streymurin er góður, men veðri er nakað óstøðugt. Vit vantað tó at bátarnir fara at rógva út, tí at ættin er tilvildar norðanfyri.  Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk. Vit rokna við at hann landar síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar á Skeivabanka og fær ein blanding av toski, havtasku, upsa og longu. Hann landar mánadagin. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Bæði ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna. Eitt garnaskip er fari á beding.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 40, 2019

Samandráttur.

Línuskip. Tvey eru á rygginum og fiska. Annað landar mánadagin, meðan hitt landar seinni í vikuni. Tey fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Eitt línuskip er norðanfyri og kemur tað at landa mánadagin. Tað hevur mest av toski og hýsu. Eitt er undir Íslandi og tað landar miðskeiðis í vikuni. Tað hevur ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Restin liggur við bryggju og bíða eftir betri veðri og streymi. Av frystiskipunum, so er eitt við Eysturgrønlandi, eitt undir Íslandi og tvey eru í føroyskum sjógvi. Eitt tekur ímóti fiski við Grønland.

Útróður: Streymurin er sera harður fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna. Veðri verður hampuligt, so tað verður kanska nakað av útróðri, sjálvt um streymurin er harður. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk og ein fiskar mest av hýsu og toski. Vit rokna við at báðir landa miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er hampuligt. Fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er akkurát byrjaður og kemur tí vantandi at landa síðst í vikuni. Hann fiskar mest av toski, havtasku, longu, upsa og so nakað av hvítingi. Vit rokna við at nakrir fara avstað í næstum.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 39, 2019

Samandráttur.

Línuskip. Næstan øll línuskipini eru til fiskarí undir Føroyum, tvey eru tó undir Íslandi. Tey fiska fyri tað mesta tosk, hýsu og so nakað av longu. Eitt er á rygginum og tað far so nakað av svartkalva og blálongu afturat toskinum. Vit rokna við at annað skipið undan Íslandi landar mánadagin, meðan hitt neyvan landar hesa vikuna. Tey flestu skipini undan Føroyum landað sum vikan líður.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí. Tað er so at siga bara toskur og hýsa.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eru til fiskarí. Teir fiska allir á djúpum vatni, so tað er mest svartkalvi, kongafiskur og onnur djúpvatnsfiskasløg. Ein landar helst fyrst í vikuni, meðan hinir landa seinni í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.

Trolbátar: Tríggir eru til fiskarí. Teir fiska fyri tað mesta tosk og hýsu, men fáa eisini nakað av upsa og havtasku og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at allir landa miðskeiðis í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 38, 2019

Samandráttur.

LínuskipFýra línuskip eru til fiskarí undir Føroyum. Eitt fiskar tosk og hýsu, tvey fiska mest longu og tosk og eitt fiskar mest tosk og svartkalva. Eitt landar mánadagin, meðan hini landa seinni í vikuni. Eitt fiskar við Ísland, men tað er kanska ivasamt um hann landar í vikuni. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Fleiri línuskip liggja við bryggju, men fara út tá veðru batnar.

Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðri verður hampuligt í vikuni, so vit kunna helst rokna við nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein landar helst fyrst í vikuni, meðan hin landar seinni í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað tá veðri fer at batna. Landleiðin er liðug, so nú fara allir at fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her