Meting fyri viku 3,2022

Línuskip. Tvey ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tey landa møguliga síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku. Tey trý smærru línuskipini eru eystanfyri, tey landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey við Ísland og eitt er í Barentshavinum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður eitt sindur umskiftandi. so tað verður vantandi nakað av útróðri tá veðri loyvir tí.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí, og helst fer okkurt par afturat út um vikuskifti, men øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru til fiskarí, allir eru eystanfyri og fiska havtasku, helst fer onkur út um vikuskifti. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt.. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir koma at landa vikuni.

Meting fyri viku 2, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Seks frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í Barentshavinum. Restin liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri sær ikki so lovandi út, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski og so er ein vestanfyri og fiskar havtasku. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt.. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir koma at landa mánadagin.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Frá Faroe Ship

Góði kundi,

Vegna sera vánalig veðurlíkindi mánadagin og týsdagin í næstu viku er støða tikin at avlýsa fráferðina til Scrabster í næstu viku.

Sambært skipara umborð á Vantage eru ikki veðurlíkindi at sigla úr Føroyum mánadagin ella týsdagin vegna nógvan vind og høga aldu.

Ístaðin verður fráferð í annaðkvøld kl. 22.00 til Scrabster. Innlatingarfreist kl. 21.00.

Um tit hava nakra bóking, vinaliga fráboða sum skjótast til export@faroeship.fo, ella hbis@faroeship.fo

Takk fyri.

Meting fyri viku 1, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Øll liggja við bryggju, men vantandi fara fleiri avstað fyrst í tí nýggja árinum

Útróður: Streymurin verður ikki av tí besta og veðri sær út til at blíva umskiftandi, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk og kemur at landa miðskeiðis í næstu viku. Hin liggur við bryggju.

Partrolarar: Øll pørini liggja við bryggju, men fara helst avstað fyrst í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men um veðri loyvur tí, so fara vantandi fleiri avstað fyrst í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Landar helst síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Gott nýggjár

Fiskamarknaður Føroya vil ynskja øllum eitt gott nýggjár og takka fyri gott samstarv, við vón um framhaldandi góðum samstarvi.

Fiskamarknaður Føroya

Gleðilig jól.

Fiskamarknaður Føroya ynskir øllum eini gleðilig jól

Fiskamarkanaður Føroya

Sølan í viku 51, 2021

Keyparirnir muga framvegis ringja inn á 902210 og síðani tasta koduna 414141# fyri at verða við á søluni.

Ivasamt er um tann gamla skipanin kemur at virka aftur.

Vinarliga heilsan

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 51, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Tvey minni línuskip eru til fiskarí. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Bæði koma at landa í vikuni. Øll  frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini gott, men vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at tað stundar til jóla.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Tey landa fyst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt par fiskar sild.

Trolbátar: Seks fiska havtasku og koma allir at landa fyrst í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Landar helst miðskeiðis í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Einki telefonsamband við FMF

Einki telefonsamband virkar á Fiskamarknaðinum eftir at toran gekk so ógvusligt ígjár.

Arbeitt verður við at fáa tað at virka aftur, men tað er kanska ivasamt um tað virkar áðrenn søluna kl 10:00

Sum eina fyribilsloysn kunna tit ringja á tlf 222201-222209-222208 í smb við sølir ella um tit hava onnur boð til Fiskamarknaðin. Eisini kunna tit senda okkum teldupost á fmf@fmf.fo

Um telefonin ikki virkar áðrenn søluna, so koma vit við eini fyribilsloysn, so vit kunna avgreiða søluna. Vit kunna nærri um tað seinni.

Vinarliga

Fiskamarknaður Føroya

Frá Landingarmiðstøðini á Toftum

Vit taka í mótini fiski fram til mánamorgunin 20 december.

Millum jól og nýggjár er stongt.

Vit taka ímóti fiski aftur 2 januar.

Vh Landingarmiðstøðin á Toftum