Meting fyri viku 3, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Øll, uttan eitt liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuna, men batnar sum vikan gongur. Veðurforsøgnin er ikki góð, so vit vantað ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.

Partrolarar: Nøkur pør eru farin út, men øll eru nýligaði byrjaði túr, so um onkur kemur inn, so verður tað ikki fyrr enn síðst í vikuni

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta allametingina her

Meting fyri viku 2, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Øll liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar

Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna og veðurforsøgnin er ikki góð, so vit vantað ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.

Partrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

Heinta alla metingina her

Gott nýttár.

Fiskamarknaður Føroya vil ynskja øllum okkara viðskiftafólkum, bæði á sjógvi og landið, eitt gott nýttár. Samstundis vilja vit takka fyri gott samstarv í farna árið og við vón um framhaldandi góðum samstarvi í tí nýggja árinum.

Fiskamarknaður Føroya.

Móttøka av útróðrafiski hjá landingarmiðstøðunum

Hetta er tað sum hava fingið at vita í smb. við móttøku av útróðrafiski til jóla.

Barðið tekur ímóti fiski til søluna 20 des.

Hinar landingarmiðstøðirnar gevast at taka ímóti fiski 20 des.

Tey flestu virkini vilja helst verða liðug at virka fisk tann 19 des.

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 51, 2019

Samandráttur.

Línuskip: Trý línuskip eru til fiskarí og koma øll at landa mánadagin. Møguliga fer eitt útaftur beinanvegin og kemur aftur at landa síðst í vikuni. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva, longu og brosmu. Hini línuskipini hava lagt til jóla.

Útróður: Streymurin minkar sum vikan gongur og veðri verður eisini gott, so tað verður nokk nakað av útróðri. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Allir fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Teir landa sum vikan líður.

Trolbátar: Allir fiska havtasku og er fiskaríið brúkiligt. Onkur landar mánadagin og so nakrir aftur miðskeiðis í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta alla metingina her

Heinta veðurforsøgnina frá Theyr.com her

Meting fyri viku 50, 2019

Samandráttur.

Línuskip: Sjey línuskip eru til fiskarí og koma allir at landa í vikuni. Ein landar mánadagin og hinir miðskeiðis ella síðst í vikuni. Tvey eru á Íslandsrygginum og hini fimm eru á landgrunninum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva, longu og brosmu. Vantandi fer okkurt línuskip avstað í næstum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður nakað umskiftandi, so tað verður nokk ikki tað stóra av útróðri. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiskar kongafisk og koma helst at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Teir landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fýra eru nýliga byrjaðir og allir fiska havtasku. Teir landa helst miðskeiðis ella síðst í vikuni. Vit rokna við at onkur annar trolbátur fer avstað í næstum.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina hjá Theyr her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 49, 2019

Samandráttur.

Línuskip: Fýra línuskip landa mánadagin. Eitt kemur undan Íslandi, eitt av rygginum og tvey av landgrunninum. Tey hava mest av toski, hýsu, svartkalva og so nakað av brosmu, longu og blálongu. Eitt er nýliga byrja túr á Íslandsrygginum. Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men helst fara fleiri avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki av tí besta, so tí er ivasamt um tað verður nakað serligt av útróðri. Bólkur 5B hevur allar sínar fiskidagar, so teir hava fingið jólaferiu.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk og ein fiskar stinglaksi og blálongu. Vantandi landar ein síðst í vikuni og hin fyrst í aðru viku.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður.

Trolbátar: Sjey fiska havtasku, men fiskaríið er smáligt. Teir landa helst fyrst og miðskeiðis í vikuni, men tað kann verða at fleiri koma inn mánadagin vegna veður. Hava eisini nakað av toski og longu.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

Heinta alla metingina her