FRÀ SNARFROST

Snarfrost hevur stongt vegna summarferiu í viku 29 og 30 

vinaliga Snarfrost

Meting fyri viku 28, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalva og so er eitt nýliga byrjað sunnanfyri og fiskar mest longu. Trý frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt landar í vikuni fisk av Flemish Kap og eitt hevur verði á Flemish Kap, men fiskar kalva á Grand Bank nú. Vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað skjótt.

Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva og koma vantandi at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í føroyskum sjógvi.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so eru tvey pør og ein við lemmum, á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru á landleiðini og fiska flatfisk og so nakað av toski og hýsu og so er ein norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 26, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalva. Fýra frystilínuskip eru á ella ávegis til Flemish Kap. Tvey fiska við Føroyar. Tey sum fiska við Føroyar fáa mest av longu og brosmu, meðan tey á Flemish Kap fáa tosk.

Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva og koma vantandi at landa síðst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi og ein er í føroyskum sjógvi.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska flatfisk og so nakað av toski og hýsu. Báðir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur fer út um vikuskiftið.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 25, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Tvey ísfiskalínuskip er til fiskarí. Eitt á Íslandsrygginum og hitt er eystanfyri. Tað á Íslandsrygginum fiskar mest tosk og svartkalva, meðan hitt eystanfyri fiskar mest av longu. Tvey frystilínuskip eru ávegis á Flemish Kap og so eru tað nøkur sum hava verði á Flemish Kap, men sum nú fiska við Føroyar. Tey sum fiska við Føroyar fáa mest av longu og brosmu, meðan tey á Flemish Kap fáa tosk.

Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi og ein er í føroyskum sjógvi.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so er ein á landleiðini. Hann fær eina blanding av toski og flatfiski. Báðir landa vantandi fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur trolbátur avstað um vikuskifti.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 24, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og byrjar ídag 9/6. Helst fer onkur avstað í næstum. Eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, fimm fiska við Føroyar, eitt er á beding og eitt liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa. Vantandi fara fleiri út á Føroya Banka um vikuskifti.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolarai og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Hinir liggja við bryggju

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør og ein trolari á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á landleiðin og kemur at landa síðst í vikuni. Vantandi fara nakrar avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Frá Snarfrost

Snarfrost hevur stongt frá hósdagin 8/6-23 til og við mánadagin 12/6-23

Vinarliga Snarfrost

Meting fyri viku 23, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt stórt línuskip og tvey smærri, eru til fiskarí. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Øll landa í vikuni.  Trý frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey sigla heim av Flemish Kap og eitt er ávegis til Flemish Kap. So er eitt í NEAFC øki vestanfyri Skotlandi. Tey á Flemish Kap fiska tosk, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.

Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarar og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Annar av ísfiskatrolarunum landar í vikuni og hin á aðru viku

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør og ein trolari á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Trolbátar: Fýra eru á landleiðini og so er ein norðanfyri. Bátarnir fáa ein blanding av toski, hýsu, havtasku, tungu og reyðsprøku. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Eingin sigling mánadagin 5 juni 2023

Soljóðandi skriv er komið frá Faroe Ship:

Góði kundi.

Eingin fráferð til Scrabster mánadagin grundlógardag 5/6.

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 22. 2023

Samandráttur.

Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí.  Eitt er á Íslandsrygginum, meðan hitt er eystanfyri. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Møguliga landa tey síðst í vikuni. Tey smærru ísfiskalínuskipini fara vantandi út í vikuni. Av frystilínuskipunum eru trý á Flemish Kap og tvey fiska við Føroyar. Tey á Flemish Kap fáa tosk og tey við Føroyar fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Vantandi fer okkurt av frystiskipunum avstað í næstum.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri sær út til at blíva gott frá miskeiðis í vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu í bretskum sjógvi og ein í føroyskum sjógvi. So eru tveir sum fiska svartkalva og fryst fiskin umborð. Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar:  Allir liggja við bryggju, men vantandi fara fleiri út, tá veðri batnar.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og landa i vikuni. Fiskaríð er smáligt.Tvey fiska havtasku. Hjá hjá teimun er brúkiligt fiskarí.

Heinta veðri frá DMI her, frá Windy her og frá Belgingur her

Heinta alla metingina her