Meting fyri viku 21, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Øll er undir Føroyum. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at okkurt av teimum landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Sjey frystiskip eru við Eysturgrønlandi, eitt á Flemish Kap og eitt við Ísland. Helst kemur okkurt at frystilínuskipunum at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna, men veðri verður fyri tað hampuligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er ikki gott við línni, men teir við snellu fáa nakað av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein er nýliga byrjaður túr, meðan hin er ikki farin avstað enn, men fer helst avstað í næstum. Tann, sum er úti, fiskar svartkalva, meðan hin helst fer at fiska annan djúpvatnsfisk.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Fiskaríið kundi verði betri, tó at okkurt parið hevur fingið okkurt gott hál. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Trýggir eru á landleiðini, tveir eru norðan fyri og ein er vestanfyri. Teir á landleiðini fáa mest av flatfiski og so nakað av toski., meðan hinir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Landa miðskeiðis og síðst í vikuni

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt og koma báðir at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 20,2021

Línuskip:  Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí, tað er við Ísland, og landar mánadagin. Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland. Tey fáa mest av toski. Eitt er við Ísland.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri er meir ivasamt í vikuni. Fiskaríið er ikki gott fyri tíðina, so tí rokna vit ikki við at tað verður nógvur útróðrur í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska mest av blálongu og stinglaksi.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er vánaligur. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og so nakað av toski. Landa helst fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur annar avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt, eitt landar mánadagin, og hitt landar síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt, tað landar helst mitt í vikuni.

Meting fyri viku 19, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Bara trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Eitt er undir Føroyum og kemur vantandi at landa mánadagin ella mikudagin. Eitt er við Eysturgrønland og kemur tað at landa miðskeiðis í vikuni. So er eitt við Ísland, men tað er ivasamt um tað landar í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland. Tey fáa mest av toski. Tvey eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.

Útróður: Streymurin verður ikki av tí besta og veðri er eisini ivasamt ein part av vikuni. Fiskaríið er ikki gott fyri tíðina, so tí rokna vit ikki við at tað verður nógvur útróðrur í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað í næstum. Teir fiska mest av kongafiski, blálongu og stinglaksi.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er vánaligur. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Fýra eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og so nakað av toski. Landa møguliga fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur annar avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt og koma báðir at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 18, 2021

Línuskip:  Bara trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Eitt er undir Føroyum og kemur vantandi at landa mánadagin. Eitt er við Eysturgrønland og eitt er við Ísland, men vit vanta ikki at tey landa í vikuni, tí tey eru nýliga byrjaði túr. Fimm frystilínuskip eru við Eysturgrønland. Tey fáa mest av toski. Tvey eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.

Útróður: Streymurin verður hampuligur í vikuni og veðri verður eisini hampuligt. So tað verður hampuligt til útróður, men fiskaríið er ikki gott fyri tíðina.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað í næstum. Teir fiska mest av kongafiski, blálongu og stinglaksi.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er vánaligur. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Bara tveir eru til fiskarí og koma helst báðir at landa mánadagin. Teir fiska mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt og koma báðir at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 17, 2021

Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip eru undir Føroyum og eitt er undir Íslandi. Tað undir Íslandi landar mánadagin, og vit rokna við at tað við Føroyar landar mitt ella síðst í vikuni. Helst fer okkurt línuskip út í næstum. Av frystilínuskipunum eru fýra undir Føroyum og eitt undir Íslandi.

Útróður: Streymurin verður harður í vikuni, men veðri verður gott, so tað verður helst ikki so nógv av útróðri. Fiskaríið er smáligt fyri tíðina.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, hin er sunnanfyri eftir stinglaksi og blálongu. teir landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er vánaligt. Tey landa sum vikan líður. trý pør eru farin eftir gulllaksi.

Trolbátar: Fimm eru norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski. Vit rokna við at fýra koma at landa mánadagin og ein mikudagin.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskiskapurin er góður hjá øllum.

Meting fyri viku 16, 2021

Samandráttur.

Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru undir Føroyum og eitt er undir Íslandi.Vit rokna við at eitt kemur at landa síðst í vikuni, meðan hini bæði landa í aðru viku. Helst fer okkur línuskip út í næstum. Av frystilínuskipunum eru sjey undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður góður meginpartin av vikuni og veðri verður eisini hamuligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt fyri tíðina.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur út í næstum.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er vánaligur. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski. Trýggjir koma at landa mánadagin. Vit rokna við at onkur fer avstað um vikuskifti.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað eisini brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 15, 2021

Línuskip: Øll ísfiskalínuskip liggja við bryggju. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.

Útróður: Streymurin er harður í vikuni, men veðri verður brúkiligt tað mesta av vikuni , so tað verður helst nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.

Partrolarar: Tey flestu pørini liggja við bryggju, men fleiri fara helst út skjótt. Fiskiskapurin er vánaligur. So tað verða helst ikki nógvar landingar í vikuni. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur út um vikuskifti.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar fyrst í vikuni.

Eivind á søluni í morgin, 09-04-2021

 Toskur  
5-7kg H/G 353kg
2,5-5 kg H/G 903kg
1-2,5 kg H/G 429kg
0-1 kg H/G 125kg
 Longa  
4 kg+ 14.594kg
2-4 kg 35.430kg
1-2 kg 15.064kg
 Brosma  
2 kg+ 6.791kg
1-2 kg 11.106kg
 Hýsa  
1,5 kg+ 3.345kg
0,8-1,5 kg 1.333kg
0,5-0,8 kg 1.315kg
0-0,5 kg 1.260kg
 Upsi  
MIX 118kg
 Blálonga  
MIX 40kg
    
Total 92.206kg

Meting fyri viku 14, 2021

Línuskip: Einki ísfiskalínuskip er til fikiskap, men helst fer okkurt út eftir páskir . Fýra frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.

Útróður: Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men veðri verður vánaligt um vikuskifti og fyrst í vikuni, so vit vanta ikki so nógvan útróður, í hvussu so er ikki fyrst í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí, annar fiskar kongafisk, og hin er eftir blálongu. Vit rokna við at teir landa mitt í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er vánaligt. Tey landa sum vikan líður. Tvey pør eru farin eftir gulllaksi.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru til fiskarí norðanfyri .

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa týsdagin. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar eisini týsdagin.