Meting fyri viku 30, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Bara eitt frystilínuskip er til fiskarí. Tað er við Eysturgrønland. Restin av línuflotanum liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan líður. Veðri verður gott, men av tí at Ólavsøka er, so vanta vit ikki nógvan útróðrafisk.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Bara ein er úti. Hann fiskar tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Hann landar síðst í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt og tað kemur at landa síðst í vikuni.  Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her

Frá Snarfrost

Snarfrost tekur ikki móti fiski frá týsdegnum 27 til fríggjadagin 30 juli

Snarfrost

Jógvan I selur fryst ímorgin

Jógvan I kemur at koyra frystan fisk á søluna ímorgin

Jógvan I túrur 5-2021, fiska á Munkagrunninum og Vestanfyri
TÚRUR BYRJAR 11.06.2021 TÚRUR ENDAR 12.07.2021
Stødd kg Prísur
Toskur HG – 1 kg 24 Kg kr. 19,00
Toskur HG 1 – 2,5 kg 1.670 Kg kr. 25,00
Toskur HG 2,5 – 5 kg 4.669 Kg kr. 28,00
Toskur HG ‘ + 5 kg 234 Kg kr. 28,50
Total……………… 6.597 Kg
Longa – 2 kg MSC 2.395 Kg kr. 17,00
Longa 2 – 4 kg MSC46.716 Kg kr. 18,00
Longa + 4 kg MSC 23.405 Kg kr. 18,00
Total……………… 72.516 Kg
Brosma – 1 kg MSC 5.817 Kg kr. 10,50
Brosma 1-2 kg MSC 3.609 Kg kr. 11,50
Brosma + 2 kg MSC 9.121 Kg kr. 12,00
Total……………… 38.547 Kg
Svartkalvi – 1 kg 47 Kg kr. 20,00
Svartkalvi 1 – 2 kg 81 Kg kr. 25,00
Svartkalvi 2 – 3 kg 434 Kg kr. 30,00
Svartkalvi 3 – 5 kg 348 Kg kr. 30,00
Svartkalvi Høvd 226 Kg kr. 12,00
Svartkalvi Halar 10 Kg kr. 12,00
Total…………………… 1.146 Kg

Meting fyri viku 29, 2021

Línuskip:  Tvey ísfiskaskip eru undir Føroyum. Tey fiska mest av longu, brosmu og tosk. Eitt landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. Av frystulínuskipunum eru fimm við Føroyar, eitt við og eitt er á veg heim av Flemish Kap

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður, men veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein eru úti og fiskar svartkalva. Hann landar møguliga síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Bara ein er úti. Hann er á landleiðini og landar hann fyrst ella mitt í vikuni. Hann hevur mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Tað landar tað miðskeiðis í vikuni.

Pison selur fryst á søluni í morgin, 16-07-2021

Hettar er ca. tað Pison bjóðar út í morgin

Toskur: 4.128 kg. Longa: 123.000 kg. Brosma: 38.352 kg. Svartkalvi: 1.152 kg. Blálonga: 1.296 kg. Kongafiskur: 814 kg. Havtaska: 40 kg. Longurogn: 456 kg.

slagnr.støddstødd av blokkital av blokkumkg tils
toskur1731-2,5.kg24.kg481152
toskur1842,5-5.kg48.kg462208
toskur1855+.kg48.kg16768
toskur.tils   1104128
longa4422-.kg24.kg45510920
longa4432-4.kg48.kg137065760
longa4444+.kg48.kg96546320
longa.tils   2790123000
brosma5411-.kg24.kg15360
brosma5421-2.kg24.kg58013920
brosma5432+.kg24.kg97523400
brosma5452+.kg48.kg14672
brosma.tils   158438352
Sv.kalvi 0-17810-1.kg24.kg6144
Sv.kalvi 1-27821-2.kg24.kg14336
Sv.kalvi 2-37832-3.kg24.kg11264
Sv.kalvi 3-57843-5.kg48.kg296
Sv.kalvi Høvd712 24.kg11264
Sv.kalvi Stert714 24.kg248
Sv.kalvi.tils   461152
blalonga480ungraded48.kg271296
kongafisk6821-.kg jap/cut22.kg16352
kongafisk6831+.kg jap/cut22.kg21462
havtaska940ungraded/tailsingul 40
longurogn311ungraded24.kg19456

Summarferia hjá virkjum og landingarmiðstøðum.

Sum er, eru tað bara tvey virkir, sum hava avgjørt at steingja í summar. Tað eru Vaðhorn og Fiskavirkið í Gøtu. Tey fara í feriu í viku 30-31-32
Hini virkini steingja ikki í summar.
Landingarmiðstøðin á Eiði (Bátafiskur) steingir í viku 30-31-32 og landingarmiðstøðin í Leirvík steingir í viku 30-31, men kan hava opið mánamorgunin 26/07 um hægst neyðugt. Av hinum steingir eingin í summar, tó at onkur hevur onkran dag, hvar tey ikki taka ímóti fiski.

Hetta er tað sum vit hava fingið at vita higartil, men tað kunna koma broytingar í.

Vinarliga

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 28, 2021

Línuskip: Trý ísfiskaskip eru til fiskiskap í løtuni. tvey undir Føroyum, og eitt er við Ísland. Eitt við Føroyar landar mánadagin, hitt landar helst síðst í vikuni.Tað við Ísland landar fyrst ella mitt í vikuni. Av frystulínuskipunum eru sjey við Føroyar, og eitt á Flemish Kap

Útróður: Streymurin og veðri verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, bæði við snellu og línu.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva, Vit rokna við at hann landar fyrst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Fýra eru úti. Teir eru allir á landleiðini, vit rokna við at tveir landa mánadagin og hinir báðir mitt ella síðst í vikuni. Teir fáa mest flatfisk og tosk. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt hjá báðum.

Meting fyri viku 27,2021

Línuskip: Bara tvey ísfiskaskip eru til fiskiskap í løtuni. Eitt undir Føroyum, og eitt er við Ísland. Tey landa neyvan fyrr enn í aðru viku. Av frystulínuskipunum eru seks við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap

Útróður: Streymurin og veðri verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, bæði við snellu og línu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti, annar eftir svartkalva, og hin er á roynarveiðu eftir stinglaksi. Vit rokna við at báðir landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Fýra eru úti. Tveir eru á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. Teir á landleiðini landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Hinir landa helst síðst í vikuni. Teir fáa allir mest flatfisk og tosk, og nakað av hýsu. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt hjá báðum.

Meting fyri viku 26,2021

Línuskip: Tvey eru undir Føroyum. Tey fiska mest av toski, longu og brosmu. Annað landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. Vantandi fer okkurt ísfiskalínuskip avstað í næstum. Av frystulínuskipunum eru fýra við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap

Útróður: Streymurin og veðri verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein eru úti og fiskar svartkalva. Hann landar mitt ella síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Bara tveir eru úti. Báðir eru á landgrunninum, teir landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Teir fáa mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt hjá báðum.

Frá NFCS

Vit hava stongt 28-29 juli  ( Ólavsøku )

 5 til 8 aug 2021  ( Summarfestivalurin )

Vinarliga heilsan

NFC