Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini eru úti. Annað fiskar tosk og hýsu, meðan hitt er djúpt og fiskar mest longu. Vantandi landa tey síðst í vikuni. Sjey frystilínuskip fiska við Eysturgrønland og trý fiska við Føroyar. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna, men veðri sær út til at blíva gott, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av upsa frá snellubátunum.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu. Hann landar fyrst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.
Trolbátar: Seks trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at allir landa síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er ójavnt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Veður.fo her
Heinta alla metingina her