Samandráttur.
Línuskip: Fimm fiska tosk, svartkalva og blálongu á Íslandsrygginum. Vit væntað at eini trý koma at landað í vikuni, meðan hini neyvan landað fyrr enn í aðru viku. So eru tvey sum fiska longu og brosmu. Annað landar í vikuni og hitt í aðru viku. Vit væntað at okkurt línuskip fer avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru farin til Grønlands at fiska.
Útróður: Streymurin verður hapuligur og veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri. Tað er mest snellufiskur.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein til fiskarí og hann fiskar stinglaks. Vit væntað at onkur fer út um vikuskiftið.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll fiska upsa, men okkurt parið fær tó nakað av toski eisini. Fiskaríið er ójavnt hjá trolarunum. Pørini landað sum vikan líður.
Trolbátar: Allir, uttan ein, eru til fiskarí. Allir fiska tosk og hýsu og so fáa teir nakað av flatfiski eisini. Vit rokna við at allir landað fyrst í vikuni.
Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.
Heinta alla metingina her