Meting fyri viku 48, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Bara trý ísfiskalínuskip er til fiskarí, men helst fara fleiri avstað eftir vikuskiftið. Tvey fiska undir Føroyum og eitt við Ísland. Eitt landar mánadagin og hini bæði seinni í vikuni.Fimm frystilínuskip eru til fiskarí, trý við Ísland og trý undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður óstøðugt, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til  fiskarí. Hann er á royndarveiðu eftir stinglaksi og kemur helst at landa fyrst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, men tey flestu eru akkurát byrjaði túr, so vit vanta ikki nógvan fisk frá partrolarunum. Fiskaríið er vánaligt fyri tíðina.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og kemur annað at landa mánadagin og hitt síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her