Meting fyri viku 45, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru á landgrunninum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at tey landa fyrst í vikuni. Tað á Íslandsrygginum landar helst mitt í vikuni.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur, men veðri verður einki serligt, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Bátarnir fáa annars mest av hýsu og nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Tveir eru til fiskarí og fiska vestanfyri eftir kongafiski. Vit rokna við at annar landar fyrst í vikuni, og hin síðst í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Nøkur pør landa helst síðst í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.