Meting um tilfeingið fyri viku 3, 2018

Samandráttur:

Línuskip: Tað verða fleiri línuskip, sum koma at landað á vikuni. Tað verður mest av toski, hýsu, longa og brosmu og so nakað av svartkalva og blálongu. Fimm frystilínuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Toskurin verður frystur umborð. Nøkur línuskip hava nýliga landað og fara helst út so skjótt veðrið er tilvildar.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki nakað serligt, men vit vantað at bátarnir fara at gera nakrar túrar hóast alt. Hetta er góð tíð til fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí og koma helst at landað síðst í vikuni. Teir fiska upsa. So eru tríggir trolarir, sum frysta fiskin umborð, eisini til fiskarí. Teir eru á djúpum vatni og fiska mest av svartkalva og kongafiski og so eisini nakað av toski.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskaríið er misjavnt.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit væntað at teir koma at landað fyrst í vikuni.

Garnaskip: Vit vantað at allir garnabátarnir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er sera smáligt eftir svartkalva.

Heinta alla metingina her