Meting um tilfeingið fyri viku 2, 2018

Samandráttur:
Línuskip: Tað eru fimm línuskip til fiskarí undir Føroyum, tvey á rygginum, tvey vestanfyri og eitt sunnanfyri. Tað er mest toskur, brosma og longa skipini fiska og so fáa tey eisini nakað av svartkalva og blálongu. Møguliga landar okkurt síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fimm frystilínuskip fara at byrjað at fiska á Flemish Kap sunnudagin. Vit vantað at fleiri línuskip fara avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki nakað serligt, men vit vantað at bátarnir fara at gera nakrar túrar hóast alt. Hetta er góð tíð til fiskarí og prísirnir eru vanliga góðir fyrst í árinum.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum.

Partrolarar: Seks pør eru úti og helst fara nøkur pør út um vikuskiftið. Tey sum eru úti koma helst at landað síðst í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri verður tilvildar.

Garnaskip: Vit vantað at allir garnabátarnir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er sera smáligt eftir svartkalva.

Heinta alla metingina her