Samandráttur.
Í smb við Corona
smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina.
Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til
arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur
verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar
um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.
Línuskip: Eitt er í Íslandi og kemur at landa miðskeiðis í vikuni. Undir Føroyum eru tvey línuskip. Tey fiska mest av longu og so nakað av toski og brosmu. Okkurt línuskip fer avstað í næstum, meðan onnur ivast í nær tey fara avstað aftur.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri og Corona gera tað at ikki verður so nógvur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk og hýsu og ein fiskar stinglaks. Báðir koma at landa í vikuni.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríið er smáligt. Teir landa sum vikan líður.
Trolbátar: Ein er nýliga byrjaður túr og aðrir fara avstað í vikuskiftinum. Vit rokna við at allir fara norðum at fiska tosk og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Teir flestu koma nokk at landa síðst í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Allir landa síðst í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her