Meting fyri viku 48, 2019

Samandráttur.

Línuskip: Fýra línuskip landa mánadagin og so verða nøkur seinni í vikuni. Nakrir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk, svartkalva og so nakað av blálongu og lira. Ein er nýliga byrjaður við Ísland, men landar neyvan hesa vikuna. Hinir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Vantandi fer onkur av teimum sum liggja við bryggju, avstað í næstum. Av frystilíniskipunum er eitt við Ísland, meðan hini eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin verður harður og veðri verður ikki tað besta, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri. Bátarnir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu og fiskaríið er gott, serliga við línuni.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska kongafisk. Vantandi landa tveir síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Trýggir fiska havtasku, men fiskaríið er smáligt. Teir landa helst fyrst og miðskeiðis í vikuni. Vi rokna við at fleiri fara avstað í næstum.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

Heinta alla metingina her