Meting fyri viku 8, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Vantandi fer okkurt út í vikuni. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Møguliga landar okkurt frystilínuskip í vikuni.  

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott fyrst í vikuni, men meira skiftandi seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er mest hýsa bátarnir fáa og so er eisini nakað av toski. Tað eru fleiri, sum nú eru farnir at fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og so er ein á svartkalvaveiðu. Ein av Íslandsrygginum landar í vikuni, meðan tað er heldur ivasamt um hinir landa í vikuni. Ein frystitrolari er á svartkalvaveiðu.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men vit rokna við at hini fara út skjótt. Fiskaríið er brúkiligt. Okkurt parið landar í vikuni..

Trolbátar: Fýra eru á Skeivabanka, tveir á tí norðara tovinum og tveir á syðra. Teir á tí syðra tovinum fáa mest av hvítingi og so havtasku og annan fisk, meðan hinir báðir fáa stórt sæð bara havtasku. Teir á tí syðra tovinum landa mánadagin og hinir seinni í vikuni. So er ein norðanfyri og fiskar. Hann fær mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Hann landar eisini mánadagin.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her