Línuskip: Seks ísfiskalínuskip er til fiskarí og helst fer onkur avstað eftir vikuskiftið. Øll fiska undir Føroyum. Vantandi landa eini 3-4 mánadagin og hini seinni í vikuni. Fiskaríð kundi verði betri. Fimm frystilínuskip eru til fiskarí, eitt við Ísland og fýra undir Føroyum.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur, men veðri verður óstøðugt, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Báðir eru akkurát byrjaðir túr. Báðir eru farnir djúpt og fiska mest av svartkalva og so nakað av øðrum djúpvatns fiski.
Partrolarar: Sjey pør eru til fiskarí, men fiskaríið er onki at reypa av. Teir landa sum vikan gongur.
Trolbátar: Allir, uttan ein, eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Eitt fiskar svartkalva og kemur at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her