Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Landar fyrst í vikuni. Eitt frystilíniskip er á Íslandsrygginum, sjey eru við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Tann á Íslandsrygginum fær eisini nakað av svartkalva.
Útróður: Streymurin er brúkiligur. Tað verður hampuligt veður ein part av vikuni, so tað verður nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Vantandi landa allir í vikuni.
Partrolarar:Tvey pør eru á landgrunninum og fiska upsa og nakað av hvítfiski. Eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar tosk.
Trolbátar. Tríggir eru á Skeivabnaka og fiska havtasku. Vantandi fer onkur av hinum avstað í vikuskiftinum
Garnaskip: Tveir fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
