Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri, landar vantandi síðst í vikuni. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Eitt er við Eysturgrønland. Eitt er ávegis til Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.
Útróður: Streymurin er góður alla vikuna. Veðri verður skiftandi, so tað verður eitt sindur av útroðri.
Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og tríggir eru á djúpum vatni og fiska svarkalva og annan djupvatnsfisk.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. fleiri landa í vikuni.
Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann kemur at landa síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa fyrst í vikuni.
