Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi út tá veðri er tilvildar. Hann fiskar mest tosk og hýsu. Nýggju frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Eitt kemur at landað í vikuni.
Útróður: Streymurin verður góður komandi viku. Verðri verður umskiftandi, so tí verður tað altíð veður til útróður. Men nakað av útróðri verður.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru eystanfyri og fiska svartkalva. Báðir koma vantandi at landi miðskeiðis í vikuni. Ein er eystanfyri og fiskar upsa. Óvist um hann landar í vikuni. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og kemur vantandi at landa miðskeiðis í vikuni. Hann fær mest tosk og upsa.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Okkurt parið fer út tá veðri er tilvildar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju og bíða eftir at veðri blívur betri.
Garnaskip: Tveir fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
