Línuskip: Eitt er vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu. Tað landar fyrst í vikuni, eitt er á landgrunninum og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Tað landar møguliga síðst í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður men batnar sum vikan gongur, og veðri verður heldur einki serligt fyrst í vikuni, so møguliga verður nakað av útróðri út á vikuna. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og ein er eystanfyri, teir koma helst báðir at landa síðst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.
Trolbátar: Tveir trolbátar eru til fiskarí. Teir eru norðanfyri og fáa nakað av tungu, reyðsprøku og havtasku og tosk eisini. Teir landa fyrst í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.