Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at tey landa mitt ella síðst í vikuni. Fýra frystulínuskip er undir Føroyum . Eitt kemur inn at landa mánadagin. Trý eru undir Íslandi.
Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna. Veðri verður hampuligt, so helst verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og ein er sunnanfyri og fiskar djúpvatnsfisk. Báðir landa í vikuni.
Partrolarar: flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin er tíverri ikki góður. Møguliga landar eitt par mánadagin. Hini landa helst síðst í vikuni.
Trolbátar: Tríggjir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Ein landar mánadagin, og hinir mitt ella síðst í vikuni. Vit rokna við at onkur eisini fer út um vikuskifti.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og landa síðst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.