Meting fyri viku 28, 2024

Samandráttur

Línuskip. Eitt línuskip er ávegis til Íslands og eitt fiskar norðanfyri og landar fyrst i vikuni .Eitt frystilínuskip fiskar undir Føroyum.og fiskar mest av longu og brosmu. Tvey eru á Íslandsrygginum, tvey eru á Flemish Kap og eitt við Grønland.

Útróður: Streymurin batnar og veðrið sær út til at blíva gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fleiri fiska á Føroya Banka og fiskaríið er hampuligt.

Djúpvatnstrolarar: . Ein frystitrolari er  í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Ísfiskatrolarirnir eru eisini í bretskum sjógvi og fiska svartkalva.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Hampuligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Ein er á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Allir landa í vikuni. Vit vænta at hinir fara út um vikuskifti

Garnaskip: Eitt er norðanfyri og eitt er vestanfyri. Báðir fiska svartkalva.