Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið er til fiskarí og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Føroyar og fimm eru á Flemish Kap . Frystilínuskipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Nøkur landa í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Tveir er í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni. Tveir eru á Íslandsryggin at fiska tosk. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva við Føroyar.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og toski. Tríggir eru á Íslandsrygginum og ein er norðanfyri. Teir á rygginum fiska mest tosk, meðan hin norðanfyri fiskar mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vantandi landa allir í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Eitt fiskar havtasku
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her