Meting fyri viku 24, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Trý línuskip eru úti og koma tvey helst at landa fyrst í vikuni, meðan tað triðja møguliga landar síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Skipini fiska mest av longu, brosmu, tosk og hýsu. Av frystulínuskipunum eru tvey við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap

Útróður: Streymurin verður hampuligur alla vikuna og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er smáligt..

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti. Báðir fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Vit rokna við at báðir landa miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Trýggir eru á landleiðini og trýggir uttanfyri. Teir á landleiðini fáa mest av flatfiski og so nakað av toski., meðan hin fær mest av hýsu toski og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at tveir landa mánadagin og hinir seinni í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt og tað kemur at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her