Meting fyri viku 17, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Ísfiskalínuskipið er til fiskarí og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi, brosmu og longu. Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og eitt er við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður ikki nakað serligt um páskirnar, men eftir páskir sær betri út. Men tað takast við fyrivarni, tí forsøgnin er ivasom, tá tað er so langt frammi í tíðini.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eeru á Íslandsryggium. Smáligt fiskarí. Allir landa vantandi síðst í vikuni.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og landar eitt par leygardagin og hini helst síðst í komandi viku. Okkurt parið fer avstað í næstum. Eitt par fiskar gulllaks og tvey liggja við bryggju.

Trolbátar: Bara ein er úti, men onkur ætlar sær út um páskirnar. Teir koma at landa miðskeiis ella síðst í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Ein garnabátur fiskar havtasku og kemur helst at landa eftir páskir.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her