Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið fiskar norðanfyri og kemur vantandi ikki at landa í vikuni, tí hann er nýliga byrjaður túr. Eitt frystilínuskip fiskar og eitt er ávegis á Flemish Kap og seks eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott. Vit vantað nakað av fiski frá útróðrabátunum. Smáligt fiskarí
Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og ein er í bretskum sjógvi. Teir fiska tosk og svartkalva. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar.
Partrolarar: Bara eitt ísfiskapar eru til fiskarí. Tvey pør fiska gulllaks. Vit vanta at okkurt parið fer avstað í næstum.
Trolbátar: Tveir trolbátar eru úti og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Teir koma at landa síðst í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Eitt fiskar havtasku
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her