Meting fyri viku 23, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar og sjey eru á ella ávegis til Flemish Kap . Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðri verður ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. Vit vantað nakað av útróðri hesa vikuna. Fleiri bátar eru á Føroya Banka og sum koma at selja mánadagin. Brúkiligt fiskarí

Djúpvatnstrolarar. Tríggir er í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Vit rokna við at allir landa í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Trý pør eru til  fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og toski. Ein er á Íslandsrygginum og tveir eru norðanfyri. Tann á rygginum fiskar mest av toski, meðan hinir sum eru norðanfyri, fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski, longu og upsa. Allir landa í vikuni.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Eitt fiskar havtasku

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her