Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og fimm eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er harður, veðri verður gott fyri tað mesta. Vit vantað nakað av fiski frá útróðrabátunum.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsryggium og fiskar tosk, ein fiskar upsa og so er ein bretskum sjógvi og fikar svartkalva. Tveir landa vantandi síðst í vikuni, meðan tann triðji landar í aðru viku.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Okkurt parið fer avstað í næstum. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Teir koma at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Ein garnabátur fiskar havtasku og kemur helst at landa eftir páskir.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her