Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og tvey eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit vanta nakað av útróðri, men páskirnar eru fyri framman, so tað kemur nokk at hava sína ávirkan hvussu nógvur útróður verður.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí, men helst fer onkur avstað í næstum. Ongin landar fyri páskir.
Partrolarar: Tvey pør eru til fiskarí og landar annað, møguliga bæði áðrenn páskir. Okkurt parið fer avstað í næstum. Eitt par fiskar gulllaks og tvey liggja við bryggju.
Trolbátar: Tríggir trolbátarnir fiska norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Allir landa fyrst í vikuni
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa tvey í vikuni, meðan tað triða landar eftir páskir.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her