Meting fyri viku 16, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Vit væntað at eini fimm línuskip koma at landa í vikuni, tvey hava fiska við Ísland og hini trý við Føroyar. Tey hava ein blandig av toski, hýsu, longu og brosma. Tvey línuskip eru nýliga byrjaði túr við Ísland og koma tí neyvan at landa í vikuni. Okkurt línuskip liggur við bryggju, men helst fara tey avstað í næstum.

Útróður: Streymurin er harður, men blívur betri út á vikuna. Veðri verður ikki av tí besta fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna. So vit væntað nakað av útróðrafiski seinni í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Fýra eru til fiskarí. Ein fiskar blálongu, ein fiskar stinglaks og blálongu og so fiska tveir svartkalva. Helst koma allir at landað í vikuni.

Partrolarar: Vit væntað at fimm pør koma at landað í vikuni. Sjálvsagt mest av upsa, men eini nakað av hýsu og toski. Trý pør fiska gulllaks. Væntandi fer okkurt parið avstað um vikuskiftið. Eitt par á beding.

Trolbátar: Allir fiska norðanfyri og hava gott fiskarí. Teir flestu koma at landað fyrst í vikuni og so landar onkur seinni í vikuni. Teir stórt sæð bara tosk.

Garnaskip: Vit væntað at øll fýra, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva. Eitt fiskar havtasku og hevur eisini rímuliga gott fiskarí.

Heinta alla metingina her