Meting fyri viku 15, 2022

Samandráttur.

Línuskip.Trý ísfiskaskip eru úti. Vit rokna við at øll landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Smáligt fiskarí.  Vit rokna við at okkurt av teimum smærru ísfiskabátunum fara avstað í næstum. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og trý undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur. Veðri verður nakað umskiftandi og so eru páskirnar í vikuni, so vit rokna ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju, men møguliga fer annar avstað í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vit vanta at fleiri fara avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava  brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her