Meting fyri viku 27, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum og koma vantandi at landa síðst í vikuni. Tey fáa mest av toski og svartkalva.  Eitt er Føroya Banki og eitt norðanfyri og koma helst at landa fyrst í vikuni. Tey fáa mest av hýsu og longu. Tveir frystilínuskip koma at landa í vikuni. Tey hava mest av toski og so nakað av skøtu og kalva. Fýra onnur frystilínuskip fiska undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri sær út til at blíva brúkiligt í vikuni, so vit rokna við nakað av útróði. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Hann er í bretskum sjógvi. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og fiskar svartkalvi.  Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trýggir eru á landleiðini og ein er norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava  brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her