Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru fýra línuskip. Allir fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Við Ísland er eitt línuskip og kemur tað at landað eftir Ólavsøku. Tað byrjar at fiska ídag 18 juli. Av frystilínufiskiskipunum er eitt við Ísland, eitt við Eysturgrønland og eitt er undir Føroyum. Okkurt línuskip ætlar sær avstað í næstum og landað so eftir Ólavsøku. Nøkur línuskip hava lagt at pussa upp.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, men vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fleiri útróðrabátar hava lagt fyri summari og so hevur bólkur 5B ongar fiskidagar eftir. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu og so eitt sindur av hvítingi.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju (fríggjadag 19/07), men møguliga fer onkur avstað í næstum.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tveir eru noðanfyri og fiska tosk og hýsu. Vantandi landa teir síðst í vikuni. Trolbátarnir á landleiðini hava ein steðg frá landleiðin uppá tvær vikir, men teir flestu ætla sær norðum at fiska tosk og hýsu, men teir landað neyvan áðrenn Ólavsøku.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Fiskaríið er smáligt.
Heinta alla metingina her