Meting fyri viku 25, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein ísfiskabátur landar mánadagin, fiska við Ísland. Eitt frystilínuskip er við Ísland, trý eru á Flemish Kap og tvey eru ávegis til Flemish Kap. Tvey eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni. Veðri verður hampuligt, so vit vanta nakað av útróðið.

Djúpvatnstrolarar. Ein fer á Íslandsryggin og landar vantandi fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Ein er á Íslandsrygginum. Allir landa í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Mars á søluna hósdagin 11/06-26

Mars kemur at selja at selja ímorgin 11/06-26

Mars hevur fiska við Føroyar og koyrur hetta á søluna:

Toskur 17,5 tons.

Hýsa 11,3 tons.

Longa 63 tons.

Brosma 32 tons.

Upsi 2 tons.

Skøturavar 4,7 tons.

Kalva 0,9 tons.

Longulivur 1 tons.

Hvíting 2,5 tons.

Havtaskuhalar 0,4 tons.

So hevur hann nakað av longurogn, lira, steinbítið, reyðsprøku, kongafiski og lýra.

Fiskamarknaður Føroya

Frá Snarfrost

Snarfrost hevur stongt frá Mikudegnum 10/6 til Mánadagin 15/6

Meting fyri viku 24, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Landar mánadagin. Eitt frystilínuskip og tveir ísfiskalínubátar eru við Ísland, eitt er á Flemish Kap og tvey er ávegis til Flemish Kap. Eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri sær út til at blíva gott teir flestu dagarnar, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein fer á Íslandsryggin og landar helst síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Ein er norðanfyri. Allir landa í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Jógvan I á søluna hósdagin 04-06-2026

Jógvan I kemur á søluna ímorgin 4/6-26

Jógvan I hevur fiska við Ísland og kemur at selja hetta:

Toskur 27 tons.

Hýsa 14,6 tons.

Longa 26 tons.

Brosma 14 tons.

Upsi 3,4 tons.

Liri 1 tons.

Steinbítur 1,3 tons.

Kongafiskur 1,3 tons.

Skøturavar 2,2 tons.

Fiskamarknaður Føroya.

Polarstjørnan og Pison á søluna mánadagin 01/06-26

Polarstjørnan hevur fiska víð Ìsland

Toskur: 31,5 t

Hýsa : 23,2 t

Brosma: 4,2 t

Longa : 21 t

hvítingur : 1 t

Kongafiskur 2,8 t

Liri 800 kg

upsa 1,3 t

og so nakað av Skøturavar,Steinbitur,longurogn og toskarogn

Pison hevur fiska í Grønlandi

Toskur: 155 t

Hýsa: 2,5 t

Brosma: 9 t

Kongafiskur: 5 t

Kalvi: 1,2 t

Líri: 2,5 t

Livur. 3,6 t.

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 22, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið fiskar tosk og hýsu og kemur at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Eysturgrønland og tvey við Føroyar. Nøkur hava nýliga landa og fara helst avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður alla vikuna og veðri sær út til at blíva gott teir flestu dagarnar, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Tveir fiska svartkalva. Allir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og nakað av flatfiski. Báðir landa í vikuni.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Vesturhavið á søluna mánadagin 18/05-26

Vesturhavið kemur at sleja mánadag 18/05-26

Vesturhavið hevur fiska á Flemish Kap og Grand Bank

Hann kemur at koyra hetta á søluna:

Toskur 157 tons.

Toskalivur 1,4 tons.

So hevur hann nakað av lira og skøtu.

Fiskamarknaður Føroya

Faroe Ship avlýsur túrin mánadagin 18/5-26

Frá Faroe Ship:

Góðu viðskiftafólk,

Vegna at Polfoss er í dokk verður fráferðin hjá Polfoss, mánadagin 18. Mai, til Immingham avlýst.

Vinaliga haldið okkum til góðar

Faroe Ship

Meting fyri viku 20, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum.  Tvey frystilínuskip eru við Ísland, sjey eru við Eysturgrønland,eitt er á Flemish Kap og eitt við Føroyar. Okkurt landar í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður brúiligt onkran dag, men meira ivasamt fleiri dagar í vikuni. Tí vanta vit ikki so nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Ein fiskar svartkalva og ein fiskar tosk og svartkalva. Allir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri er til vildar.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her