Meting fyri viku 24, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Landar mánadagin. Eitt frystilínuskip og tveir ísfiskalínubátar eru við Ísland, eitt er á Flemish Kap og tvey er ávegis til Flemish Kap. Eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri sær út til at blíva gott teir flestu dagarnar, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein fer á Íslandsryggin og landar helst síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Ein er norðanfyri. Allir landa í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her