Meting fyri viku 19, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum.  Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Eitt liggur við bryggju. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nakað av útroðri.

Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Hinir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur út um vikuskiftið.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí.  Tey flestu landa í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trýggir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Allir landa í vikuni. Vantandi fer onkur út í næstum.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Klakkur, Jákup b og Polarstjørnan á søluna 30-04-2026

Klakkur, Jákup B og Polarstjørnan koma at selja ímorgin 30/04-26

Klakkur og Jákup B hava fiska við Ísland og Polarstjørnan við Føroyar.

Teir koma at bjóða hetta út:

Toskarogn 8,2 tons

Longurogn 4,2 tons

Kongafiskur 9 tons.

Liri 2,3 tons.

Steinbítur 2,3 tons.

Hvíting 1 tons.

Skøturavar 0,7 tons.

Havtaskuhalar 0,4 tons.

Kalvi 0,3 tons.

Fiskamarknaður Føroya.


Kambur á søluna í dag týsdagin 28-04-2026

Kambur hevur fiska við Íslandi og kemur at koyra hetta á sølu

Toskur 47,2 tons

Hýsa 26 tons

Longa 20,5 tons

Brosma 10 t

Upsi 2,4 tons

Liri 1,7 tons

Steinbitur 1,3 tons

Havtaskuhalar 6 kg

Fiskakamarknaður Føroya.

Meting fyri viku 17-04-2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í vikuskiftinum  Eitt frystilínuskip eru við Ísland, landar mánadagin, og eitt er við Føroyar. Fýra eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nógvur útroður.

Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva. Ein hevur verði á Íslandsrygginum, men fer vantandi at fiska svartkalva nú. Vantandi landa tveir av djúpvatnstrolarunum í vikuni. Jákup Sverri fiskar norðanfyri. Fær mest av hýsu og toski. Landar miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Smáligt fiskarí. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Tveir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur út í næstum.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Báðir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Mars á søluna hósdagin 16-04-2026

Mars kemur at selja ímorgin 16/04-26

Mars hevur fiska við Føroyar og kemur at koyra hetta á søluna:

Toskur 51,7 tons.

Hýsa 24 tons.

Longa 18,8 tons.

Brosma 8,2 tons.

So hevur hann nakað av lýra, upsi, kongafisk, hvíting, steinbít og havtaskuhalum.

Fiskamarknaður Føroya.

Meting fyri viku 16, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer út veðri batnar  Fýra frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Tvey eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður eitt nakað av útroðri.

Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva og koma at landa fyrst í vikuni. Tveir liggja við bryggju, men helst fara teir út skjótt.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Tveir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur tá veðri er tilvildar.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Báðir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Pison á søluna 10-04-2026

Pison kemur á søluna fríggjadagin 10/04-26

Pison hevur fiska við Føroyar.

Pison hevur:

Toskur 83 tons.

Hýsa 67,3 tons.

Longa 15,7 tons.

Brosma 5,6 tons.

Toskarogn 1,6 tons

Longurogn 0,3 tons

Lýrur 1 tons.

Livur 1,5 tons.

Upsi 0,9 tons.

Fiskamarknaður Føroya

Vesturhavið á søluna mikudagin 08-04-2026 og Eivind á søluna hósdagin 09-04-2025

Vesturhavið kemur at selja mikudagin 08/04-26 og Eivind 09/04-26

Vesturhavið og Eivind hava fiska við Ísland.

Vesturhavið hevur:

Toskur 98 tons.

Hýsa 75 tons.

Longa 24 tons.

Brosma 7,8 tons.

Toskarogn 4 tons.

Toskalivur 3,3 tons

Longurogn 0,7 tons

Longulivur 1,2 tons.

So hevur hann nakað av upsa, steinbíti, kongafiski og havtaskuhalum.

Eivind hevur:

Toskur 83 tons.

Hýsa 35 tons.

Longa 27,5 tons.

Brosma 17 tons.

Kongafiskur 2,9 tons.

Toskarogn 3 tons.

Toskalivur 3,3 tons.

Longurogn 1,5 tons.

Longulivur 1,5 tons.

So hevur hann nakað av lira, upsa, hvítingi, skøturavum og steinbíti.

Fiskamarknaður Føroya.

Meting fyri viku 15, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri, landar vantandi síðst í vikuni.  Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Eitt er við Eysturgrønland. Eitt er ávegis til Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður alla vikuna. Veðri verður skiftandi, so tað verður eitt sindur av útroðri.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og tríggir eru á djúpum vatni og fiska svarkalva og annan djupvatnsfisk.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. fleiri landa í vikuni.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann kemur at landa síðst í vikuni.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Báðir landa fyrst í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Frá Faroe Ship.

Góðan dag

Komandi mándag 30/03-26 verður eingin fráferð til Immingham.

Fiskamarknaður Føroya