Frá Faroe Ship:
Góðu viðskiftafólk,
Vegna at Polfoss er í dokk verður fráferðin hjá Polfoss, mánadagin 18. Mai, til Immingham avlýst.
Vinaliga haldið okkum til góðar
Faroe Ship
Frá Faroe Ship:
Góðu viðskiftafólk,
Vegna at Polfoss er í dokk verður fráferðin hjá Polfoss, mánadagin 18. Mai, til Immingham avlýst.
Vinaliga haldið okkum til góðar
Faroe Ship
Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, sjey eru við Eysturgrønland,eitt er á Flemish Kap og eitt við Føroyar. Okkurt landar í vikuni.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður brúiligt onkran dag, men meira ivasamt fleiri dagar í vikuni. Tí vanta vit ikki so nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Ein fiskar svartkalva og ein fiskar tosk og svartkalva. Allir landa í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri er til vildar.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Sandshavið og Jógvan I koma at selja ímorgin 7/5-26
Sandshavið hevur fiska við Ísland og Jógvan I við Føroyar
Sandshavið koyrur hetta á søluna:
Toskur 94 tons
Hýsa 36 tons
Longa 31 tons
Brosma 8 tons
Kongafiskur 8 tons
Upsi 1 tons
So hevur hann eisini nakað av hvítingi, lira, steinbítur, skøturavar, havtaskuhalum og blálongu.
Jógvan I koyrur hetta á søluna:
Toskur 11 tons
Longa 21 tons
Brosma 5,5 tons
Hýsa 2,7 tons
Skøturavar 1,2 tons.
So hevur hann nakað av svartkalva, kalva, lira og havtaskuhalum
Fiskamarknaður Føroya.
Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum. Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Eitt liggur við bryggju. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nakað av útroðri.
Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Hinir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur út um vikuskiftið.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey flestu landa í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Trýggir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Allir landa í vikuni. Vantandi fer onkur út í næstum.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Klakkur, Jákup B og Polarstjørnan koma at selja ímorgin 30/04-26
Klakkur og Jákup B hava fiska við Ísland og Polarstjørnan við Føroyar.
Teir koma at bjóða hetta út:
Toskarogn 8,2 tons
Longurogn 4,2 tons
Kongafiskur 9 tons.
Liri 2,3 tons.
Steinbítur 2,3 tons.
Hvíting 1 tons.
Skøturavar 0,7 tons.
Havtaskuhalar 0,4 tons.
Kalvi 0,3 tons.
Fiskamarknaður Føroya.
Kambur hevur fiska við Íslandi og kemur at koyra hetta á sølu
Toskur 47,2 tons
Hýsa 26 tons
Longa 20,5 tons
Brosma 10 t
Upsi 2,4 tons
Liri 1,7 tons
Steinbitur 1,3 tons
Havtaskuhalar 6 kg
Fiskakamarknaður Føroya.
Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í vikuskiftinum Eitt frystilínuskip eru við Ísland, landar mánadagin, og eitt er við Føroyar. Fýra eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nógvur útroður.
Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva. Ein hevur verði á Íslandsrygginum, men fer vantandi at fiska svartkalva nú. Vantandi landa tveir av djúpvatnstrolarunum í vikuni. Jákup Sverri fiskar norðanfyri. Fær mest av hýsu og toski. Landar miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Smáligt fiskarí. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur út í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Mars kemur at selja ímorgin 16/04-26
Mars hevur fiska við Føroyar og kemur at koyra hetta á søluna:
Toskur 51,7 tons.
Hýsa 24 tons.
Longa 18,8 tons.
Brosma 8,2 tons.
So hevur hann nakað av lýra, upsi, kongafisk, hvíting, steinbít og havtaskuhalum.
Fiskamarknaður Føroya.
Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer út veðri batnar Fýra frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Tvey eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður eitt nakað av útroðri.
Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva og koma at landa fyrst í vikuni. Tveir liggja við bryggju, men helst fara teir út skjótt.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Smáligt fiskarí.
Trolbátar: Tveir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur tá veðri er tilvildar.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Pison kemur á søluna fríggjadagin 10/04-26
Pison hevur fiska við Føroyar.
Pison hevur:
Toskur 83 tons.
Hýsa 67,3 tons.
Longa 15,7 tons.
Brosma 5,6 tons.
Toskarogn 1,6 tons
Longurogn 0,3 tons
Lýrur 1 tons.
Livur 1,5 tons.
Upsi 0,9 tons.
Fiskamarknaður Føroya