Toskur | – 1 kg | 1.959 Kg | kr. 20,00 | |
Toskur | 1-2,5 kg | 23.203 Kg | kr. 26,50 | |
Toskur | 2,5-5 kg | 31.295 Kg | kr. 30,00 | |
Toskur | + 5 kg | 813 Kg | kr. 31,00 | |
Longa | .- 2 kg | 18.057 Kg | kr. 17,00 | |
Longa | 2 – 4 kg | 43.007 Kg | kr. 17,50 | |
Longa | + 4 kg | 25.166 Kg | kr. 18,50 | |
Brosma | .-1 kg | 1.981 Kg | kr. 10,00 | |
Brosma | 1-2 kg | 4.407 Kg | kr. 10,50 | |
Brosma | 2 kg + | 1.394 Kg | kr. 11,50 | |
Hýsa | – 0,8 kg | 8.328 Kg | kr. 20,00 | |
Hýsa | 0,8 – 1,5 kg | 14.178 Kg | kr. 25,50 | |
Hýsa | + 1,5 kg | 6.388 Kg | kr. 25,75 | |
Hvítingur | 1.445 Kg | kr. 14,00 | ||
Skate Wings | 1.700 Kg | kr. 20,00 | ||
Havtaskuhalar | 225 Kg | kr. 35,00 | ||
Upsi | – 3 kg | 1.419 Kg | kr. 12,00 | |
Upsi | 3 kg + | 458 Kg | kr. 12,00 |
Meting av tilfeinginum fyri viku 25, 2019
Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru seks línuskip. Teir fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Fleiri landa fyrst í vikuni og so helst nøkur seinni í vikuni. Fiskaríið er gott. Við Ísland eru trý línuskip. Tvey av teimum eru akkurát byrjaði túr og tí koma tey neyvan at landað hesa vikuna. Tað triðja kemur helst at landað síðst í vikuni. Eitt er við Eysturgrønland og kemur at landað mánadagin. Tað hevur mest tosk. Tvey frystilínuskip eru við Ísland og eitt er við Eysturgrønland..
Útróður: Streymurin er brukiligur og batnar sum vikan líður. Veðri verður eisini gott, so vit vanta nakað av útróðri. Fiskaríið er gott. Nógv mest toskur og hýsa og so eitt sindur av hvítingi.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein landar í vikuni,men hinir landað neyvan í vikuni,tí hann eru nýligaði byrjaðir túr.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Ein landar mánadagin og hinir síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her
Meting av tilfeinginum fyri viku 24, 2019
Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru bara trý lúnuskip. Øll eru nýligaði byrjaði túr. Møguliga landað 1-2 av teimum í vikuni. Tey fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Eitt línuskip er í Eysturgrønlandi og fiskar fyri tað mesta tosk og so nakað av brosmu. Landar møguliga síðst í vikuni. Av frystilínuskipunum er eitt í Eysturgrønlandi, eitt er undir Føroyum, tvey eru við Íslandi og eitt er ávegis heim av Flemish Kap.
Vit vantað okkurt línuskip fer avstað í næstum.
Útróður: Streymurin verður brukiligur og veðri verður eisini gott, so vit vanta nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein landar í vikuni,men hinir landað neyvan í vikuni,tí hann eru nýligaði byrjaðir túr.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa miðskeiðis og síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her
Meting av tilfeinginum fyri viku 23, 2019
Línuskip: Undir Føroyum eru fýra lúnuskip. Trý av teimum landað fyrst í vikuni, meðan tað fjórða landar síðst í vikuni. Skipini fáa mest av toski og so longu og hýsu. Við Eysturgrønland eru trý línuskip og tvey eru ávegis til Eysturgrønland, men fiskaríið er vánaligt. Við Ísland er eitt línuskip og kemur tað at landað mánadagin, mest toskur. Okkurt línuskip fer avstað í næstum.
Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna, men veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tríggjir eru til fiskarí. Ein landar í vikuni,men hinir landað neyvan í vikuni,tí teir eru nýligaði byrjaðir túr.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa miðskeiðis og síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt
Heinta alla metingina her
Meting av tilfeinginum fyri viku 22, 2019
Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru bara tvey línuskip. Vit rokna við at bara annað landar í vikuni, meðan hitt landar fyrst í aðru viku. Skipini fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Undir Íslandi eru eisini tvey ísfiskalínuskip, annað landar vantandi síðst í vikuni, meðan hitt landar fyrst í aðru viku. Tað mesta er toskur skipini fáa. Trý línuskip fara til Eysturgrønlands at fiska. Tey koma at fiska mest av toski og so nakað av brosmu. Tey landað ikki í vikuni. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum og tvey eru við Ísland.
Útróður: Streymurin verður góður í vikuni, men tað verður nógv høgætt, tó ikki so nógvur vindur, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann landar helst fyrst ella miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Okkurt parið fer avstað í næstum. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Seks trolbátar eru farnir ella fara í næstum á landleiðini. Teir fiska mest av flatfiski og toski. Teir koma at landað sum vikan líður.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her
Meting um tilfeingi fyri viku 21, 2019
Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru fýra línuskip. Vit rokna við at øll landað mánadagin ella miðskeiðis í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Við Ísland eru fimm ísfiskalínuskip og kemur eitt at landað mánadagin og so vantandi tvey seinni í vikuni. Hini bæði landað neyvan í vikuni. Skipini fáa nógv mest av toski. Tvey frystilínuskip eru eisini við Ísland.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit vanta at tað verður nakað av útrórði. Bátarnir hava rímuliga gott fiskarí ímun til árstíðina.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann roynur eftir stinglaksi, men landar nevan í vikuni, tí hann er nýliga byrjaður túr.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Okkurt parið fer avstað í næstum. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Fýra eru úti. Tveir landa mánadagin og hinir seinni í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her
Meting av tilfeinginum fyri viku 20, 2019
Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru fimm línuskip. Vit rokna við tvey landað mánadagin og tvey seinni í vikuni, meðan tað fimta neyvan landar hesa vikuna. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Við Ísand er fýra ísfiskalínuskip og kemur eitt at landað mánadagin, meðan hini trý landað møguliga síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fýra frystilínuskip eru eisini við Ísland.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður Veðri verður gott, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar svartkalva og kongafisk. Hann kemur at landað í vikuni.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av, tó heldur fragari nú. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tveir eru til fiskarí. Annar landar mánadagin og hin miðskeiðis í vikuni. Smáligt fiskarí. Onkur fer avstað í vikuskiftinum og so er onkur til umvælingar.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her
Meting av tilfeinginum fyri viku 19, 2019
Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru fýra línuskip. Vit rokna við trý landað mánadagin og hitt seinni í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Við Ísand er ísfiskalínuskip og kemur að at landað antin síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fýra frystilínuskip eru eisini við Ísland.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, men nógv høgætt, sum ikki er ein góð ætt til útróður norðanfyri. Men vit rokna við nakað av útróðri alíkavæl.
Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu. Báðir koma at landað í vikuni.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her
Søla av rættindum at veiða norðhavsild, hevur verði.
Søla av rættindum at veiða 20.000 tons av norðhavsild, hevur verði ídag 30 apríl 2019
Tal av keyparum, ið hava luttikið í uppboðnum: 7
Samlað upphædd ið skal rindast 45.552.500 kr.
Hvørji feløg ið hava keypt rættindi at veiða norðhavsild, kann heintast her
Uppboðssøla av rættindum týsdagin 30 apríl 2019
Uppboðssøla av fiskirættindum verður týsdagin 30 apríl 2019 kl. 13:00
Rættindi, ið seld verða, eru:
20.000 tons av norðhavssild verða boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFCsjógvi.
Sølulinjurnar kunna heintast her
FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna og eiga at gera fylgjandi:
- Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava við uppboðssøluna av rættindum at gera.
- Heinta Iclientin frá heimasíðuna hjá FMF.
- Fyll út og undirskriva oyðublaðið “Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara” og send aftur til FMF.
- Fá brúkaratal, loyniorð og keypslykil frá FMF.
- Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar.
- Fá eitt telefonnummar frá FMF.
- Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn.
Um tit ivast í onkrum. so ring enduliga til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.
Les kunngerðina her
Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara kann heintast her