Meting um tilfeingið fyri viku 4, 2018

Samandráttur:
Línuskip: Vit væntað at fleiri línuskip koma at landa í vikuni. Tað verður ein blandingur av toski, longu, brosmu og hýsu. Skipini royna bæði á rygginum, á djúpum vatni og inni á grunninum. Okkurt línuskip er nýliga byrjaðir túr og koma tí neyvan at landa í vikuni. Líniskipini á Flemish Kap hava verði inni og landað. Fiskurin verður við byngjum sendur til Føroya. Fiskiskapurin hevur verði sera góður.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki gott fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni, so vit vantað at bátarnir fara at gera nakrar túrar hóast alt. Fiskaríið er brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein fiskar blálongu. Allir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí helst at landað síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Frystitrolarirnir fiska tosk og blálongu.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskaríið er sum heild á einari leið.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit væntað at teir koma at landað fyrst í vikuni. Fiskaríið er gott. Ein fer út um vikuskiftið og kemur tí helst at landað seinni í vikuni.

Garnaskip: Vit vantað at ein landar fyrst í vikuni og so hinir báðir síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt eftir svartkalva.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeingið fyri viku 3, 2018

Samandráttur:

Línuskip: Tað verða fleiri línuskip, sum koma at landað á vikuni. Tað verður mest av toski, hýsu, longa og brosmu og so nakað av svartkalva og blálongu. Fimm frystilínuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Toskurin verður frystur umborð. Nøkur línuskip hava nýliga landað og fara helst út so skjótt veðrið er tilvildar.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki nakað serligt, men vit vantað at bátarnir fara at gera nakrar túrar hóast alt. Hetta er góð tíð til fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí og koma helst at landað síðst í vikuni. Teir fiska upsa. So eru tríggir trolarir, sum frysta fiskin umborð, eisini til fiskarí. Teir eru á djúpum vatni og fiska mest av svartkalva og kongafiski og so eisini nakað av toski.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskaríið er misjavnt.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit væntað at teir koma at landað fyrst í vikuni.

Garnaskip: Vit vantað at allir garnabátarnir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er sera smáligt eftir svartkalva.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeingið fyri viku 2, 2018

Samandráttur:
Línuskip: Tað eru fimm línuskip til fiskarí undir Føroyum, tvey á rygginum, tvey vestanfyri og eitt sunnanfyri. Tað er mest toskur, brosma og longa skipini fiska og so fáa tey eisini nakað av svartkalva og blálongu. Møguliga landar okkurt síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fimm frystilínuskip fara at byrjað at fiska á Flemish Kap sunnudagin. Vit vantað at fleiri línuskip fara avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki nakað serligt, men vit vantað at bátarnir fara at gera nakrar túrar hóast alt. Hetta er góð tíð til fiskarí og prísirnir eru vanliga góðir fyrst í árinum.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara vantandi avstað í næstum.

Partrolarar: Seks pør eru úti og helst fara nøkur pør út um vikuskiftið. Tey sum eru úti koma helst at landað síðst í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri verður tilvildar.

Garnaskip: Vit vantað at allir garnabátarnir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er sera smáligt eftir svartkalva.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeingið fyri viku 1 2018

Tað verður fyri tað mesta bara útróðrafiskur og so møguliga frá tveimum trolbátum og tveimum garnabátaum.

Tað verður mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva.

Vit vantað at nógv skip fara út beint eftir nýttár.

Vit á Fiskamarknaði Føroya vilja hervið ynskja øllum eitt gott nýttár og takka fyri tað brátt farna.

Gleðilig jól

Vit á Fiskamarknaði Føroya ynskja øllum okkara viðskiftafólki eini gleðilig jól og takka fyri gott samstarv í skjótt farna árið og við vón um framhaldandi gott samstarv í komandi árið.

Fiskamarknaður Føroya

Meting av tilfeinginum fyri viku 44, 2017

Samandráttur:

Línuskip: Tvey eru á Íslandsrygginum, fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Annað landar mánadagin og hitt miðskeiðis í vikuni. Tvey línuskip fiska mest av longu. Annað kemur at landa fyrst í vikuni, meðan tað er meira ivasamt um hitt landar hesa vikuna. So er eitt línuskip við Ísland, men tað er nýliga byrjað túr, so vit vantað ikki at tað landar hesa vikuna. Restin liggur við bryggju, men fara helst út í næstum. Av frystilínuskipunum eru tvey til fiskarí, annað undir Føroyum og hitt við Grønland.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur fyrst í vikuni og veðri verður hampuligt, so tá vantað vit nakað av útróðri. Seinni í vikuni er meira ivasamt við veðrinum og streymurin harðnar, so vantað vit lítið av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva og kemur helst at landa fyrst í vikuni. Hinir fiska allir upsa, men eru nýliga byrjaðir túr ella fara avstað í næstum, so tí er ivasamt um nakar landar í vikuni. Teir, sum frysta fiskin umborð, fiska allir svartkalva.

Partrolarar: Teir flestu eru úti og koma at landa sum vikan líður. Fiskaríið er á einari leið. Eitt par á rygginum og fiskar tosk og nakað av kongafiski og blálongu.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara nokk út tá veðri fer at batna.

Garnaskip: Trýggir fiska svartkalva og koma allir at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her

Meting fyri tilfeingið fyri viku 43, 2017

Samandráttur:
Línuskip: Fimm línuskip fiska longu og brosmu. Eitt landar mánadagin, meðan hini koma vantandi at landa síðst í vikuni. Trý fiska tosk, svartkalva og so nakað av blálongu og lira. Tey koma helst eisini at landa síðst í vikuni. Nøkur liggja við kaj, men vit vantað at tey fara avstað í næstum, tí at bæði veður og streymur verður tilvildar í komandi viku. Eitt frystiskip er undir Føroyum og eitt er við Grønland.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini hampuligt, so vit vantað nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva og kemur helst at landað síðst í vikuni. Tveir fiska upsa og koma at landað mánadain. Teir sum frysta fiskin umborð, fiska allir svartkalva.

Partrolarar: Teir flestu eru úti og koma at landa sum vikan líður. Fiskaríið er á einari leið. Fáa lítið av hvítum fiski.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu. Vit vantað allar inn fyrst ella miðskeiðis í vikuni.

Garnaskip: Trýggir fiska svartkalva og koma allir at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 42, 2017

Samandráttur:

Línuskip: Fýra línuskip eru til fiskarí, eitt við Ísland og hini trý fiska longu og brosmu við Føroyar. Eitt landar mánadagin, kanska okkurt síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Restin av av línuflotanum liggja við bryggju, men vit vantað at fleiri fara avstað tá veðri batnar.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini hampuligt, so vit vantað at bátarnir fara út at royna.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk og hýsu og kemur helst at landað miðskeiðis í vikuni. Tveir fiska svartkalva og frysta fiskin umborð. Restin liggur við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Partrolarar: Fleiri pør eru komin inn at landa ídag (fríggjadag 13 okt.) vegna vánaligt veður. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tað er lítið av hjáveiðu hjá partrolarunum. Vit vantað at fleiri fara út tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara nakrir út um vikuskiftið og koma so vantandi at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Teir fáa mest av toski og hýsu.

Garnaskip: Allir liggja við bryggju, men teir fara avstað tá veðri fer at batna. Allir fiska svartkalva og koma allir vantandi at landað síðst í vikuni.

Heinta alla metingina her

Meting vika 41

Línuskip: Tvey línuskip eru á rygginum, annað landar fyrst í vikuni, meðan hitt landar síðst í vikuni. Tað er mest svartkalvi og toskur skipini fáa. So er bert eitt annað línuskip til fiskarí. Tað fiskar longu og brosmu og landar helst síðst í vikuni. Restin liggur við bryggju, men vónandi fara nøkur út í næstum.

Útróður: Streymurin er harður, men blívur betri seinni í vikuni. Veðri verður hampuligt, so vónandi verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa, men eru nýliga byrjaðir túr, so tað er ivasamt um teir koma inn í vikuni.  Tveir frystitrolarir fiska svartkalva.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru úti og fiska upsa. Fiskiskapurin er brúkiligur. Møguliga landað tvey pør mánadagin og so nøkur seinni í vikuni. Trý pør liggja við bryggju. Tað er lítið av hjáveiðu hjá partrolarunum.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara nakrir út um vikuskiftið og koma so vantandi at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.

Garnaskip: Tríggir fiska svartkalva. Tveir landa mánadagin og tann triðji síðst í vikuni. Fiskiskapurin er brúkiligur.

Heinta alla metingina HER

 

Meting um tilfeingið fyri viku 40, 2017

Samandráttur: Línuskip:  Eitt línuskip landar fyrst í vikuni. Tað hevur verði við Ísland og er tað ein blandingur av toski, brosmu og kongafiski.  Undir Føroyum eru fýra skip, sum fiska longu og brosmu og so er eitt á Íslandsrygginum, ið fiskar mest av toski og svartkalva. Øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni. Av frystilínuskipunum er tað bara eitt sum er til fiskarí.

Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna og veðri verður heldur ikki gott, tí vantað vit ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar:  Tveir fiska upsa og ein er á djúpum vatni og fiskar svartkalva og kongafisk.  Tveir frystitrolarir fiska svartkalva.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru úti og fiska upsa. Fiskiskapurin er brúkiligur. Møguliga landað tvey pør mánadagin og so nøkur seinni í vikuni. Tvey pør liggja við bryggju. Tað er lítið av hjáveiðu hjá partrolarunum.

Trolbátar:  Allir liggja við bryggju. Ivasamt nær teir fara útaftur, tí veðri verður ikki gott teir næstu dagarnar.

Garnaskip: Tríggir fiska svartkalva. Allir landa síðst í vikuni. Smáligur fiskiskapur.

Heinta metingina Her