Samandráttur.
Línuskip: Fýra línuskip
landa mánadagin. Eitt kemur undan Íslandi, eitt av rygginum og tvey av
landgrunninum. Tey hava mest av toski, hýsu, svartkalva og so nakað av brosmu,
longu og blálongu. Eitt er nýliga byrja túr á Íslandsrygginum. Restin av línuskipunum
liggja við bryggju, men helst fara fleiri avstað í næstum.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki av tí besta, so tí
er ivasamt um tað verður nakað serligt av útróðri. Bólkur 5B hevur allar sínar
fiskidagar, so teir hava fingið jólaferiu.
Djúpvatnstrolarar:
Ein fiskar kongafisk og ein fiskar stinglaksi og blálongu. Vantandi landar ein
síðst í vikuni og hin fyrst í aðru viku.
Partrolarar: Tey
flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum
vikan líður.
Trolbátar: Sjey
fiska havtasku, men fiskaríið er smáligt. Teir landa helst fyrst og miðskeiðis
í vikuni, men tað kann verða at fleiri koma inn mánadagin vegna veður. Hava
eisini nakað av toski og longu.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her