METING AV TILFEINGINUM FYRI VIKU 33, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru trý línuskip úti, tey fiska mest av toski og hýsu. Tvey landa helst fyrst í vikuni. Eitt frystilínuskipunum er á Flemish Kap og eitt við Grønland. Flestu línuskipini liggja enn við bryggju.

Útróður: Streymurin verður góður fyrst í vikuni, og veðri verður gott. So vit rokna við nógvum útróðri, summarferian er av, og bólkur 5B hevur fingi meir fiskidagar aftur. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu.

Partrolarar: Flestu partrolarnir eru til fiskarí, og fleiri virkir lata upp aftur nú, so nøkur pør fara helst at landa fyrst í vikuni. Trý av teimun fiska enn gulllaks.

Trolbátar: 2 trolbátar eru til fiskiskap, teir eru norðanfyri, teir fiska mest tosk og hýsu, og landa helst mitt ella seint í vikuni. Vantandi fara fleiri út á landleiðina fyrst í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin, meðan hini ísa fiskin umborð, eitt landar fyrst í vikuni.

METING AV TILFEINGINUM FYRI VIKU 32, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru tvey línuskip, tey fiska mest av toski og hýsu. Tað eina landar helst mitt í vikuni og hitt í aðru viku. Eitt línuskip eru undir Íslandi og kemur eisini at landað miðskeiðis í vikuni, Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap og eitt við Grønland. Hini frystilínuskipini liggja við bryggju. Fleiri línuskip hava lagt at pussa upp í summar.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men veðri verður gott. Vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fleiri útróðrabátar hava lagt fyri summari og so hevur bólkur 5B ongar fiskidagar eftir. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men fleiri virkir lata upp aftur í aðru viku, so okkurt par fer helst út í vikuni. Trý av teimun fiska gulllaks.

Trolbátar: 7 trolbátar eru til fiskiskap, teir eru norðanfyri og eystanfyri, teir fiska mest tosk og hýsu. Vantandi landa tveir mánadagin og hinir seinni í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin, meðan hini ísa fiskin umborð, tey landað fyrst í vikuni.

Meting av tilfeinginum fyri viku 31, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru tvey línuskip. Ein fiskar mest av toski og hýsu, meðan hin er farin djúpt at fiska svartkalva. Báðir koma at landað í vikuni. Tvey línuskip eru undir Íslandi og kemur annað at landað miðskeiðis í vikuni, meðan hitt landar síðst ella fyrst í aðru viku. Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap og eitt er undir Íslandi. Hini frystilínuskipini liggja við bryggju. Fleiri línuskip hava lagt at pussa upp í summar.

Útróður: Streymurin harðnar, men veðri verður gott. Vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fleiri útróðrabátar hava lagt fyri summari og so hevur bólkur 5B ongar fiskidagar eftir. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og so eitt sindur av svartkalva. Hann landar miðskeiðis í næstu viku.

Partrolarar: Bara eitt par er til fiskarí (fríggjadag 26/07). Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tríggir eru noðanfyri og fiska tosk og hýsu. Vantandi landa teir miðskeiðis í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð.  Fiskaríið er smáligt. Eitt er úti og setur svartkalvagørnini og byrja so at fiska eftir Ólavsøku.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 30, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru fýra línuskip. Allir fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Við Ísland er eitt línuskip og kemur tað at landað eftir Ólavsøku. Tað byrjar at fiska ídag 18 juli. Av frystilínufiskiskipunum er eitt við Ísland, eitt við Eysturgrønland og eitt er undir Føroyum. Okkurt línuskip ætlar sær avstað í næstum og landað so eftir Ólavsøku. Nøkur línuskip hava lagt at pussa upp.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, men vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fleiri útróðrabátar hava lagt fyri summari og so hevur bólkur 5B ongar fiskidagar eftir. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu og so eitt sindur av hvítingi.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju (fríggjadag 19/07), men møguliga fer onkur avstað í næstum.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru noðanfyri og fiska tosk og hýsu. Vantandi landa teir síðst í vikuni. Trolbátarnir á landleiðini hava ein steðg frá landleiðin uppá tvær vikir, men teir flestu ætla sær norðum at fiska tosk og hýsu, men teir landað neyvan áðrenn Ólavsøku.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð.  Fiskaríið er smáligt.

Heinta alla metingina her

METING AV TILFEINGINUM FYRI VIKU 29, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru fimm línuskip til fiskiskap, Tey fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Okkurt av teimum kemur inn mánadagin at landað, og hini seinni í vikuni. Av frystilínufiskiskipunum eru tvey við Ísland og tvey við Eysturgrønland.

Útróður: Streymurin verður harður í vikuni, men veðri verður gott, men av tí at bólkur 5B ikki hevur nakar dagar eftir, so tað verður helst ikki so nógv av útróðri. Bátarnir hava annars góðan fiskiskap og fáa mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva og kongafisk. Vit rokna við at í hvussu so er annar landar í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Upsa fiskiskapurin er ikki so góður. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: 4 Trolbátar eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa mitt í vikuni, tí landleiðin er stongd frá 18 til 31 Juli. 2 Trolbátar er norðanfyri teir landa báðir mánadagin.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Fiskaríið er smáligt.

Meting av tilfeinginum fyri viku 28, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru trý línuskip til fiskiskap, men fleiri fara út um vikuskifti . Tey fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Okkurt av teimum kemur møguliga at landað í vikuni. Eitt er við Eysturgrønland og eisini tað hevur mest av toski. Tað landar helst í viku. Av frystilínufiskiskipunum eru tvey við Ísland og tvey við Eysturgrønland.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men veðri verður hampuligt, so tað verður helst nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva og kongafisk. Vit rokna við at teir landa í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: 4 Trolbátar eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa fyrst ella mitt í vikuni. Hinir trolbátarnir fara helst út í vikuskiftinum

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Fiskaríið er smáligt.

Meting av tilfeinginum fyri viku 27, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru fimm línuskip. Øll fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Tvey av teimum landað mánadagin, eitt miðskeiðis í vikuni. Tað fjórða landar neyvan í vikuni. Við Ísland er eitt línuskip og kemur tað helst at landað síðst í vikuni. Hevur mest av toski. Eitt er við Eysturgrønlandog eiosini tað hevur maest av toski. Tað landar helst ikki fyrr enn í aðru viku. Av frystilínufiskiskipunum eru tvey við Ísland og tvey við Eysturgrønland.

Útróður: Streymurin verður harður í vikuni, men veðri verður hampuligt, so tað verður helst nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eru til fiskarí. Ein fiskar stinglaks og blálongu og hinir báðir fiska svartkalva og kongafisk. Vit rokna við at tveir landa í vikuni, meðan tann triðji neyvan landar hesa vikuna.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Tveir koma at landa mánadagin og so verða hinir seinni í vikuni. Eisini eru tveir trolbátar norðanfyri og fiska tosk og hýsu, men smáligt fiskarí. Teir landað seinni í vikuni

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er smáligt.

Heinta alla metingina her