Meting fyri viku 41, 2019

Línuskip. Tvey eru á rygginum og fiska. Annað landar mánadagin, meðan hitt landar møguliga síðst í vikuni. Tey fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Seks línuskip eru vestanfyri og kemur eitt at landa mánadagin, meðan hini landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Av frystiskipunum, so er eitt við Eysturgrønlandi, eitt undir Íslandi og tvey eru í føroyskum sjógvi. Eitt tekur ímóti fiski við Grønland.

Útróður: Streymurin er góður, men veðri er nakað óstøðugt. Vit vantað tó at bátarnir fara at rógva út, tí at ættin er tilvildar norðanfyri.  Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk. Vit rokna við at hann landar síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar á Skeivabanka og fær ein blanding av toski, havtasku, upsa og longu. Hann landar mánadagin. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Bæði ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna. Eitt garnaskip er fari á beding.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 40, 2019

Samandráttur.

Línuskip. Tvey eru á rygginum og fiska. Annað landar mánadagin, meðan hitt landar seinni í vikuni. Tey fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Eitt línuskip er norðanfyri og kemur tað at landa mánadagin. Tað hevur mest av toski og hýsu. Eitt er undir Íslandi og tað landar miðskeiðis í vikuni. Tað hevur ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Restin liggur við bryggju og bíða eftir betri veðri og streymi. Av frystiskipunum, so er eitt við Eysturgrønlandi, eitt undir Íslandi og tvey eru í føroyskum sjógvi. Eitt tekur ímóti fiski við Grønland.

Útróður: Streymurin er sera harður fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna. Veðri verður hampuligt, so tað verður kanska nakað av útróðri, sjálvt um streymurin er harður. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk og ein fiskar mest av hýsu og toski. Vit rokna við at báðir landa miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er hampuligt. Fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er akkurát byrjaður og kemur tí vantandi at landa síðst í vikuni. Hann fiskar mest av toski, havtasku, longu, upsa og so nakað av hvítingi. Vit rokna við at nakrir fara avstað í næstum.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 39, 2019

Samandráttur.

Línuskip. Næstan øll línuskipini eru til fiskarí undir Føroyum, tvey eru tó undir Íslandi. Tey fiska fyri tað mesta tosk, hýsu og so nakað av longu. Eitt er á rygginum og tað far so nakað av svartkalva og blálongu afturat toskinum. Vit rokna við at annað skipið undan Íslandi landar mánadagin, meðan hitt neyvan landar hesa vikuna. Tey flestu skipini undan Føroyum landað sum vikan líður.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí. Tað er so at siga bara toskur og hýsa.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eru til fiskarí. Teir fiska allir á djúpum vatni, so tað er mest svartkalvi, kongafiskur og onnur djúpvatnsfiskasløg. Ein landar helst fyrst í vikuni, meðan hinir landa seinni í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.

Trolbátar: Tríggir eru til fiskarí. Teir fiska fyri tað mesta tosk og hýsu, men fáa eisini nakað av upsa og havtasku og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at allir landa miðskeiðis í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 38, 2019

Samandráttur.

LínuskipFýra línuskip eru til fiskarí undir Føroyum. Eitt fiskar tosk og hýsu, tvey fiska mest longu og tosk og eitt fiskar mest tosk og svartkalva. Eitt landar mánadagin, meðan hini landa seinni í vikuni. Eitt fiskar við Ísland, men tað er kanska ivasamt um hann landar í vikuni. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Fleiri línuskip liggja við bryggju, men fara út tá veðru batnar.

Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðri verður hampuligt í vikuni, so vit kunna helst rokna við nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein landar helst fyrst í vikuni, meðan hin landar seinni í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað tá veðri fer at batna. Landleiðin er liðug, so nú fara allir at fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her

Meting um tilfeinginum fyri viku 37, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Tey flestu línuskipini eru til fiskarí undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at trý koma at landa mánadagin og so verða nøkur seinni í vikuni. Okkurt av línuskipunum er akkurát byrjað túr, so tað er ivasamt um tey koma inn í vikuni. Okkurt línuskip fer avstað í næstum. Eitt frystilínuskip fiskar við Grønland og eitt er undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini hampuligt, so vit vantað nakað av útróðri. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein fiskar á Føroya Banka og kemur at landað í vikuni. Hin er akkurát byrjaður túr og kemur tí neyvan at landa í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.

Trolbátar: Fýra eru á landleiðin og fiska tosk og flatfisk og so er ein norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og so eitt sindur av flatfiski. Trolarirnir á landleiðin landa allir mánadagin, tí nú er trolingin á landleiðini liðug fyri í ár. Hin trolarin landar síðst í vikuni. Helst fer onkur avstað um vikuskiftið

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 36, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru trý línuskip. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Tvey landað mánadagin og tað triðja miðskeiðis í vikuni. Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum og koma tey at landað miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt er við Ísland og kemur tað at landað miðskeiðis í vikuni. Tað fiskar mest av toski og so nakað av longu, hýsu og brosmu.. Av frystilínuskipunum eru  tvey við Grønlandi, eitt tekur ímóti fiski við Grønlandi, eitt fiskar undir Føroyum og so liggur eitt við bryggju. Helst fer okkurt línuskip avstað í næstum.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar  sum vikan líður. Veðri verður gott, so vit vantað nógvan útróður. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí, men báðir eru nýliga byrjaðir túr, so tí er ivasamt um teir landa í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligur hjá teimum flestu.

Trolbátar: Fimm eru á landleiðin og fiska tosk og flatfisk og so eru tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so eitt sindur av flatfiski. Bátarnir landa sum sikan gongur.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur.

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 35, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru átta línuskip. Tey fiska mest av toski og hýsi og so nakað av longu og brosmu. Tey landað sum vikan líður. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men tað landar neyvan hesa vikuna. Tvey eru við Ísland og kemur annað at landað miðskeiðis í vikuni og hitt helst fyrst í aðru viku. Tey fáa mest av toski og so nakað av longu, hýsu og brosmu.. Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap, landar mánadagin, tvey fiska við Grønlandi, eitt tekur ímóti fiski við Grønlandi og eitt liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður, men veðri verður gott, so vit vantað nógvan útróður. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á djúpum vatni og kemur helst at landað mánadagin. Restin liggur við bryggju.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt, tó fáa tey okkurt gott hálið av og á.

Trolbátar: Allir eru til fiskarí. Tveir fiska tosk og hýsu, meðan hinir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Fýra landað mánadagin og so hinir seinni í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð og koma at landað sum vikan líður

Heinta alla metingina her

Meting av tilfeinginum fyri viku 34, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru tvey línuskip. Eitt fiskar mest av toski og hýsu, meðan hitt er á Føroya Banka, fær mest av hýsu og so nakað av skøtu. Tað av F.B. landar mánadagin og so hitt miðskeiðis í vikuni. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum. Tað landar mánadagin og hevur tað mest av toski og svartkalva. Eitt er nýliga byrjað at fiska við Ísland og kemur tí neyvan at landa í vikuni. Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap, tvey fiska við Grønlandi, eitt tekur ímóti fiski við Grønlandi og eitt liggur við bryggju. Helst fer okkurt línuskipið avstað í næstum.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan líður, og veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á djúpum vatni, men kemur neyvan at landað í vikuni, tí hann er akkurát byrjaður túr.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa, uttan eitt sum fiskar gulllaks. Fiskaríið er smáligt, tó fáa tey okkurt gott hálið av og á.

Trolbátar: Tríggir eru á landleiðini og koma helst allir at landa mánadagin. Teir fiska mest tosk og flatfisk. Vit rokna við at onkur fer út um vikuskiftið.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin, meðan hini ísa fiskin umborð.  Fiskaríið er smáligt.

Heinta alla metingina her

METING AV TILFEINGINUM FYRI VIKU 33, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru trý línuskip úti, tey fiska mest av toski og hýsu. Tvey landa helst fyrst í vikuni. Eitt frystilínuskipunum er á Flemish Kap og eitt við Grønland. Flestu línuskipini liggja enn við bryggju.

Útróður: Streymurin verður góður fyrst í vikuni, og veðri verður gott. So vit rokna við nógvum útróðri, summarferian er av, og bólkur 5B hevur fingi meir fiskidagar aftur. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu.

Partrolarar: Flestu partrolarnir eru til fiskarí, og fleiri virkir lata upp aftur nú, so nøkur pør fara helst at landa fyrst í vikuni. Trý av teimun fiska enn gulllaks.

Trolbátar: 2 trolbátar eru til fiskiskap, teir eru norðanfyri, teir fiska mest tosk og hýsu, og landa helst mitt ella seint í vikuni. Vantandi fara fleiri út á landleiðina fyrst í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin, meðan hini ísa fiskin umborð, eitt landar fyrst í vikuni.