Meting fyri viku 9, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er akkurát byrjaður túr norðanfyri. Hann fiskar mest tosk og hýsu. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Okkurt frystilínuskip landar hesa vikuna.

Útróður: Streymurin er góður og veðri verður hampuligt, so vit vanta nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Báðir landa í síðst í vikuni. Tveir eru eystanfyri og fiska svartkalva. Annar kemur at landa í vikuni. Hann hevur verði bæði eystanfyri og á Íslandsrygginum.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Fiskaríið er heldur slakari nú.

Trolbátar: Tveir trolbátar fiska havtasku. Báðir landa í vikuni. Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av reyðsprøku.

Garnaskip:  Tríggir fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Allir landa í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Jákup B á søluna 23/02-26

Jákup B kemur á søluna ímorgin 23/02-26

Jákup B hevur fiska við Ísland og koyrur hetta á søluna:

Toskur 92 tons.

Hýsa 174 tons.

Brosma 17 tons.

Longa 27 tons.

Toskarogn 3 tons

Longurogn 0,8 tons.

Steinbítur 1 tons.

Upsi 0,7 tons.

So hevur hann nakað av havtaskuhalum, lira, skøturavum og kongafiski

Fiskamarknaður Føroya

Kambur á søluna ímorgin fríggjadagin 20/02-26

Kambur kemur at selja ímorgin, fríggjadagin 20/02-26

Kambur hevur fiska við Føroyar

Toskur 31 t

Hýsa 31 t

Brosma 6 t

Longa 7 t

Eisini er nakað av Hvítingur, upsa,lýra, havtaskuhalum,kalvi og skøturavum.

Fiskamarknaður Føroya

Vesturhavið, Stapin og Jógvan I á søluna 18/02-2026

Vesturhavið, Stapin og Jógvan I koma á søluna ímorgin 18/02-26

Allir hva fiska við Føroyar:

Teir koyra hetta á søluna:

Toskur 123 tons.

Hýsa 111,5 tons.

Longa 22,6 tons.

Brosma 22 tons.

Upsi 1 tons.

Hvítingur 2 tons.

Havtaskuhalar 1 tons.

Blálonga 1,4 tons.

Skøturavar 1,5 tons

So er nakað av lýra og toskarognum.

Fiskamarknaður Føroya.

Sandshavið á søluna týsdagin 17/02-26

Sandshavið kemur at selja ímorgin 17/02-26

Sandshavið hevur fiska við Føroyar og kemur at koyra hetta á søluna:

Toskur 80 tons.

Hýsa 82 tons.

Longa 16 tons.

Brosma 10 tons.

Hvítingur 2 tons.

So hevur hann nakað av upsa, havtaskuhalum, kongafiski,skøturavum og kalva.

Fiskamarknaður Føroya

Polarstjørnan á søluna mánadagin 16/02-26

Polarstjørnan kemur á søluna mánadgin 16/02-2026

Polarstjørnan hevur fiska við Føroyar.

Hann koyrur hetta á søluna:

Toskur 35,7 tons.

Hýsa 52,6 tons.

Brosma 3,3 tons.

So hevur nakað av hvítingi, toskarognum, longurognum, kalva,havtaskuhalum, reyðsprøku, lýri, skøturavum og upsa

Fiskamarknaður Føroya

Jógvan I á søluna mikudagin 11/02-26

Jógvan I kemur at selja ímorgin, mikudag 11/02-26

Jógvan I hevur fiska við Føroyar

Jógvan koyrur heta á søluna.

Toskur 26,6 tons.

Hýsa 14,5 tons.

Brosma 4,5 tons.

Longa 3,2 tons.

Blálonga 1,4 tons.

Svartkalva 3,5 tons.

Eisini er nakað av lira, upsa,lýra, havtaskuhalum og skøturavum.

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 7, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi nú veðri og streymur er tilvildar. Trý frystilínuskip eru við Ísland og átta eru við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Nøkur frystiskip koma inn at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður hampuligt ein part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Báðir landa helst síðst í vikuni. Helst fer onkur djúpvatnstrolari út í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Fiskaríið er heldur slakari nú.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Helst landa allir síðst í vikuni.

Garnaskip:  Tríggir fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Báðir landa í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgiingur her

Heinta alla metingina her

Klakkur á søluna hósdagin 5/2-26

Klakkur kemur at selja hósdagin 5/2-26

Klakkur hevur fiska við Føroyar.

Klakkur hevur:

Toskur 49 tons.

Hýsa 94 tons.

Brosma 11 tons.

Skøturavar 2,8 tons.

Havtaskuhalar 1,1 tons.

So hevur hann nakað av toskarognum, kalva, hvítingi, lýra og upsa.

Fiskamarknaður Føroya

Rogn

Nú rognatíðin byrjar, vilja vit gera vart við at man ikki koyrur rognini í plastikposar

Um rognini eru í rognaposum, so muga posarnir ikki verða ov fyltir, tí annars verða rognini ikki nóg væl køld niður.

Fiskamarknaður Føroya