Jákup B kemur at selja frystan fisk ídag 1/3-2024 kl 11:30
Fiskamarkanaður Føroya
Jákup B kemur at selja frystan fisk ídag 1/3-2024 kl 11:30
Fiskamarkanaður Føroya
Av tí at Faroe Ship hevur framskundað fráferðina mánadagin 26/02 til kl 17:00, verður sølan mánadagin 26/02 kl 09:00
Vit koma at selja hýsuna og hvítingin fyrst
Vinarliga heilsan
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini eru til fiskarí. Vit rokna við at annað landar í vikuni, meðan hitt landar í aðru viku. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu og longu. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Nøkur landa í vikuni.
Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður óvuliga skiftandi, so tað verður ikki so nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er er blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Tað eru fleiri, sum nú eru farnir at fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu og ein fiskar svartkalva. Vantandi landa báðir síðst í vikuni. Ein frystitrolari er á svartkalvaveiðu. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.
Partrolarar: Øll, uttan eitt, eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tað er ikki nógv av hvítfiski pørini fáa. Økur landa í vikuni.
Trolbátar: Tað eru bert tveir trolbátar úti. Báðir eru norðanfyri og fiska. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og annan fisk. Báðir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Vantandi fer okkurt út í vikuni. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Møguliga landar okkurt frystilínuskip í vikuni.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott fyrst í vikuni, men meira skiftandi seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er mest hýsa bátarnir fáa og so er eisini nakað av toski. Tað eru fleiri, sum nú eru farnir at fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og so er ein á svartkalvaveiðu. Ein av Íslandsrygginum landar í vikuni, meðan tað er heldur ivasamt um hinir landa í vikuni. Ein frystitrolari er á svartkalvaveiðu.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men vit rokna við at hini fara út skjótt. Fiskaríið er brúkiligt. Okkurt parið landar í vikuni..
Trolbátar: Fýra eru á Skeivabanka, tveir á tí norðara tovinum og tveir á syðra. Teir á tí syðra tovinum fáa mest av hvítingi og so havtasku og annan fisk, meðan hinir báðir fáa stórt sæð bara havtasku. Teir á tí syðra tovinum landa mánadagin og hinir seinni í vikuni. So er ein norðanfyri og fiskar. Hann fær mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Hann landar eisini mánadagin.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfisklínuskip er norðanfyri, fýra frystilínuskip eru við Ísland og fimm eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Ísfiskalínuskipið landar í vikuni og møguliga okkurt frystilínuskip.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyrst í vikuni, men meira ivasamt seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er mest hýsa bátarnir fáa og so er eisini nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsrygginum og so eru tveir á svartkalvaveiðu. Vit vantað at allir landa í vikuni.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Tey flestu pørini koma at landa í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru á Skeivabanka og tveir eru eystanfyri. Teir fiska allir havtasku og koma allir at landa mánadagin. So eru tveir norðanfyri og fiska. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og longu. Annar landar mánadagin, meðan hin landar seinni í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
fiska við Føroyar , tað er toskur, hýsa, brosma, longa og annað smávegis,sum skipini selja.
Fiskamarknaðurin
Samandráttur.
Línuskip. Eitt frystilínuskip er við Ísland og seks eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Okkurt línuskip fer avstað tá veðri batnar.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so vit vanta nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Partrolarar: Øll pørini liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Øll liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Einvind kemur at selja ímorgin 1 feb. 2024
Hann hevur uml 85 tons av toski, 11 tons av hýsu, 55 tons av longu, 7 tons av brosmu og so er nakað av upsa, havtaskuhalum og toska og longurognum. Hann hevur fiska við Ísland.
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip kemur at landa mánadagin. Hitt liggur við bryggju. Tvey frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur, men veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma vantandi tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríð er misjavnt. Helst fara nøkur pør út tá veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Bæði svartkalvaskipini landa í vikuni, meðan tann sum fiskar havtasku, neyvan landar í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum.
Útróður: Streymurin og veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so er ein sum fiskar svartkalva. Annar av Íslandsrygginum og tann sum fiskar svartkala, landa í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma vantandi tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríð er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her